Japanskt kvøld í Lívdini – týskvøldið 19. august kl. 19:30!
Vit bjóða hjartaliga vælkomin til eitt forvitnisligt og spennandi japanskt kvøld við trúboðarunum Shino og Halluri Mortensen týskvøldið 19. august kl. 19:30 í Lívdini.
Shino og Hallur eru trúboðarar við OM og virka í Japan. Tey hava ikki verið heima í trý ár, men eru nú á eini stuttari vitjan í Føroyum. Í hesum sambandi fara tey at vitja fleiri samkomur har tey koma at deila úr Guds orði og greiða frá teirra lívi og tænastu í eini heilt øðrvísi mentan.
Áðrenn tey fara aftur til Japan, verður skipað fyri hesum serstaka kvøldinum, sum er ein gyltur møguleiki hjá okkum øllum at:
🤝 hitta tey persónliga
🎙️ hoyra teirra søgu og kall
🌸 fáa innlit í japanska mentan
🍱 njóta japanskar smábitar (snacks)
Kvøldið verður óformelt og hugnaligt – við japanskum lutum, klæðum, smábitum og mongum spennandi søgum. Ein verulig mentanarløta við hjarta og dýpd!
Øll eru hjartaliga vælkomin – kom við og tak ein vin við!
________________________________________
🗓️ Shino og Hallur luttaka eisini á hesum møtum:
– 3. august: Lívdin, Hoyvík kl. 11:00
– 6. august: Ebenezer, Havn kl. 20:00
– 10. august: Oasuni, Hoyvík kl. 11:00
– 13. august: Vitnið, Hvalba kl. 19:30