27. august 2025

Japansk kvøldið í Lívdini

Meira enn 200 fólk savnaðust at hoyra um trúboðan í Japan

Eitt serligt kvøld
Týskvøldið 19. august savnaðust meira enn 200 fólk í Lívdini til eitt serligt Japanskt kvøld, skipað av OM Føroyum saman við samkomuni. Vertir vóru trúboðaraparið í Japan, Shino og Hallur Mortensen, saman við børnunum Kano, Nana, Loui og Rio.

Japanskur dámur
Tá ið tú komst inn í hølið, vart tú møttur av anga, ljóði og smakki úr Japan.
🍣 Japanskur matur , japanskt te og slikk
🕊️ Børnini kundu gera origami-fuglar
🙏 Ein bønarveggur við evnum fyri Japan bjóðaði øllum at biðja
👘 Gestir kundu royna japansk klæði og taka myndir
📚 OM hevði ein bás við bókum og kunning um tænastumøguleikar

Lív og undirhald
Kvøldið byrjaði við eini Japan-quiz, og síðaeisini royndu vit okkum við japanskum morgunfimleikum, sum settu lív í øll.
Ungu genturnar, Sandra og Mona, deildu frá teirra seks vikum í Japan, har tær hjálptu við barnaarbeiði, málkafé og ymiskum øðrum. Tær eggjaðu øllum at royna eina stutttíðar tænastu og uppliva, hvussu tað ger mun – bæði fyri ein sjálvan og fyri trúboðarar á staðnum.

Frágreiðingar og lovsangur
Hallur greiddi frá støðuni í Japan, har kristin eru sera fá í mun til tað stóra fólkatalið. Hann undirstrikaði tørvin á at boða gleðiboðskapin. Eisini greiddi hann frá teirra arbeiði í og út frá samkomuni; møtir, undirvísing, málkafé, mammukafé og barnaarbeiði.
Shino takkaði hjartaliga fyri, at so nógv vóru møtt, og fyri at so nógv standa saman við teimum.
Eitt hæddarpunkt var, tá vit hoyrdu sangin “Mín Jesus livir” framførdan á japanskum. Lurta eftir sanginum við akapella-bólkinum Ruah Worship.

Bøn og stuðul
Eftir sangin var ein løta givin til bøn fyri arbeiðinum í Japan og fyri Mortensen-familjuna.
Leiðarin hjá OM, Margareth Djurhuus, eggjaði øllum at stuðla, bæði í bøn, og eisini fíggjarliga. Familjan manglar umleið 6.000 kr. um mánaðin fyri at fáa ein gerandisdag uttan fíggjarligan stúran.
Um fleiri lata eina minni upphædd, verður byrðan ikki so tung hjá tí einstaka, men til stóra signing fyri arbeiðið.
Kvøldið endaði við, at samkoman saman við OM bar eina serliga eggjan, bøn og signing yvir familjuna, áðrenn tey fara aftur til Japan.
Alt í alt, var hetta eitt minniligt og fjølbroytt kvøld.

Statt saman við Hallur og Shino
Ynskir tú at stuðla arbeiðinum hjá familjuni í Japan?
🙏 Bið regluliga fyri teimum
💝 Stuðla fíggjarliga við regluligari flyting á kontu 9181-4262192 og viðmerk “Hallur&Shino”

Ynskir tú at fara?
OM hevur nógvar møguleikar fyri bæði stutttíðar- og langtíðar tænastu. Set teg í samband við OM á info.fo@om.org ella ring til Margareth á tlf. 219923.