Heilsan frá Jóhonnu á Logos Hope
Vit hava fingið eina stutta heilsan frá Jóhonnu, sum luttekur á STEP I umborð á Logos Hope.
Hon skrivar soleiðis:
Nú havi eg verið umborð í nakað yvir fimm vikur og eg stórtrívist. Eftir umleið eina viku umborð, varð eg sett at arbeiða í galluni – “Galley”. Her eru nógvar uppgávur, sum vit skiftast um at taka ábyrgd av. Vit vaska upp, syrgja fyri at kantinan sær innbjóðandi út, fylla djús, seta mat á matlinjurnar ella hjálpa til við matinum.
Siglingin frá Trinidad & Tobago til Bermuda var nakað av eini russjibreyt. Tað merktist serliga í køkinum, har vognar rullaðu frá síðu til síðu, maturin datt umkoll her og har, ímeðan summi stríddust við sjóverk. Vit komu tó á mál í øllum góðum og hava longu upplivað nógv her í Bermuda.
Frítíðin verður nýtt til at útforska økið – higartil havi eg verið í Port of Spain í Trinidad og í Hamilton í Bermuda. Kvøldini verða brúkt uppá spøl, prát, tvørfloytu-spæl, movie-nights ella bara eina hvíldarløtu, har eg kann hugsavna meg um alt sum er hent.
Jóhanna fór umborð 12. apríl. STEP I skeiðið endar í Spania í apríl. Harfrá siglir skipið í Evropa og kemur til Føroyar tann 27. august í ár.
Latið okkum standa saman í bøn fyri teimum trimum føroyingunum, Jóhonnu, Súsonnu og Guttormi, og øllum hinum umborð á Logos Hope. Okkara bøn er, at skipavitjanin vekir ein longsul í menniskjum at hava eitt livandi samfelag við Jesus.
Vit ynskja Jóhannu Harrans ríku signing umborð.