Gleðilig jól 2025 – Videoheilsan!
Tað er við takksamum hjarta, at vit hyggja aftur á árið, sum er við at halla. Nógv virksemið hevur verið í árinum. Næstan 400 vóru á TeenStreet, eisini hava fleiri einstaklingar og familjur tænt í stuttari tíð í millum annað REACH bíbliuskúlanum, á Logos Hope, Doulos Hope, í Queen of Hope í Ghana, í Off the Grid í New Zealandi, Í Sambia og aðrastaðni. Umframt stutt tíðar tænarar hevur OM eisini fýra langtíðar trúboðarar, sum virka í Fraklandi, Suður Afrika og í Japan.
Set teg væl tilrættis og síggj hesa jólaheilsan frá nøkrum av teimum, sum hava tænt Gudi gjøgnum OM í 2025.
Vit takka fyri hetta árið og síggja fram til eitt hendingaríkt ár saman við Guds samverkafólkum í komandi ári.
Kundi tú hugsað tær at tikið nakrar mánaðir úr kalendarinum komandi ár? Skriva so til info.fo@om.org ella les meira undir ‘tak lut’.