Stuðla arbeiðinum hjá OM

Bøn

Tað er av alstórum týdningi, at tey sum eru farin út í Harrans tænastu, verða hildin uppi við bønum.
Á heimasíðuni sæst hvør er úti í missión.

Fíggjarligur stuðul

Fíggjarligur stuðul kann latast umvegis heimasíðu okkara ella á kontu hjá OM Føroyum í Betri Banka, kontu nr. 9181-426.219.2. Um stuðulin er til eitt ávíst arbeiði ella ein ávísan persón, má hetta viðmerkjast.

Gud arbeiður gjøgnum tínar gávumildu gávur, so OM er ført fyri at spreiða evangeliið til fólk, og síggja lív og samfeløg umbroytast. Takk fyri títt trúfasta samstarv.

Bundin til gott umsjónarstarv

At taka eina avgerð um at geva er týdningarmikið. OM nýtir tínar gávur á ein skynsaman og strategiskan hátt til at boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus um allan heim.

Endamál okkara er, at eggja og hjálpa menniskjum at boða kærleika Guds til menniskju kring allan heim. OM strembar eftir at styrkja kirkjur og samkomur, serliga í økjum, har Kristus er minst kendur.

Allastaðni har tað er møguligt, arbeiðir OM saman við staðbundnum samkomum ella kirkjum, har vit eggja og stuðla teimum trúgvandi á staðnum. Har sum eingin kirkja ella samkoma er, royna vit at planta eina.

Gerst limur

Tú kanst eisini stuðla við at gerast limur í OM Føroyum her.
Limagjaldi er 300 krónur fyri einstaklingar og 500 krónur fyri hjún.