22. november 2025

Frásøgn frá trúboðaratúri í Póllandi

Eingin visti heilt, hvat lá fyri framman – men túrurin gjørdist ein “brellbiti” av trúboðaralívinum.

Eyðun Tausen, Sigrun Brynleifsdóttir Vang og Torkil Eiriksson Skála vóru í oktober á einum stuttum trúboðaratúri í Póllandi. Tey búðu á OM-støðini í Varsjava.

Eyðun og Torkil greiddu frá, at tað í høvuðsheitum vóru ung, sum skipaðu arbeiðið. Skráin var full hvønn dag. Aftaná eina dagliga andakt, fóru tey til flóttafólkastøðirnar, har tey serliga arbeiddu við børnum. Bilarnir vóru fyltir við kreativum tilfari, sum bleiv brúkt til ymiskt barna arbeiði.

Endamálið var at skapa nærveru, tryggleika og stuðul. Arbeiðið hevði ein praktiskan og mennandi karakter, heldur enn at snúgva seg um at prædika evangeliið. Málið kundi til tíðir gera samskiftið torført, so tey brúktu tekin og kropsmál. Á flóttafólkalegunum vóru næstan bara kvinnur og børn, tí flestu menninir framvegis eru í kríggi í sínum heimlandi.

Áðrenn túrin vóru tey sera spent og eitt sindur óviss, men upplivdu, at hetta var ein góð og mild byrjan upp á trúboðaralívið. Tey kallaðu túrin fyri eina “brellbiti”, sum gav teimum eina kenslu av, hvat trúboðan kann vera.

Tey mæla øllum at fara á slíkan túr og hildu, at ein vika er ov stutt; ein má helst vera í minst fýra vikur fyri veruliga at koma inn í arbeiðið. Tey upplivdu, at tørvur er á fleiri hjálparfólki, tí arbeiðið er strævið, og tey, sum longu arbeiða har, eru fá.

Hvat gav túrurin teimum?

• Eitt broytt perspektiv á neyðina.
• Størri fatan av tørvinum á trúboðan – eisini í Evropa!
• Kensluna av at vilja røkka teimum ónáddu.
• Kunnleika og innlit í, hvussu týdningarmikið og hart arbeiðið er.

Krøvini til túrin:

• Tú skalt vera trúgvandi og hava ein vilja at tæna.
• Tú skalt dáma børn og vera opin og vinarligur.
• Tú skalt duga enskt og tora at at vera opin.
• Tú skalt vera “fresh” og ikki óttast – tú ert í tryggumhondum!
Tað er ikki neyðugt at vera fakliga klókur ella vera ein talari! Tað týdningarmesta er ein brennandi vilji at hjálpa, harneyðin er stór.

 

Kundi tú hugsað tær at sloppið ein túr?

Við OM eru nógvir møguleikar at tæna í styttri ella longri tíð. Ring á 219923 ella skriva til okkara á info.fo@om.org og hoyr nærri. Tú finnur eisini fleiri upplýsingar á heimasíðuni om.fo undir https://www.om.fo/tak-lut/stutttidarmission/