18. januar 2026

Frá talgilda gerandisdegnum til Off the Grid í 40 dagar

Hvør droymir ikki um ljósari og heitari strendur hesa ársins tíð? Hví ikki ferðast til heitari lond og samstundi verða mentur, bæði andaliga og kroppsliga? Tað hevur 21 ára gamla toftagentan, Elisabeth í Túni Nielsen valt.

Av Toftum til Nýsælands

Eftir at hava lokið miðnámsútbúgvingina  hevur Elisabeth tikið sær eitt sabbatsár. Hon hevði eitt brennandi ynski um at royna okkurt nýtt – okkurt uttanfyri Føroyar. Gjarna  okkurt, sum kundi geva  henni upplivingar fyri lívi og verða innihaldsríkt og uppbyggjandi. At ferðast liggur henni á hjarta, og tá møguleikin at fara á Off the Grid í Nýsælandi, var hon seld.

Hvat er Off the Grid?

Off the Grid er ein 40 daga uppliving fyri ung í aldrinum 18 – 30 ár, sum ynskja at styrkja sína kristnu og mennast persónlia. Dagarnir eru fyltir við Bíbliulestri og granskan, leiðslumenning og evangelisering og kroppsligum avbjóðingum í vøkru nýsælendsku nátturuni.

Ein serligur partur av upplivingini er, at luttakararnir hava einki talgilt samband við umheimin. Hetta gevur rúm fyri nærveru, djypri felagsskapi og meira tíð at fordjúpa seg í Guds nærveru og Orðinum.

Harrans signing til Elisabeth

Off the Grid byrjar 18. Januar og heldur fram í 40 dagar. Vit ynskja Elisabeth Guds ríku signing og eina góða og menningarríka uppliving.

Hevði hetta verið nakað fyri teg?

Heldur tú, at Off the Grid kundi verið nakað fyri teg – ella onkran, tú kennir – ert tú vælkomin at skriva til okkara á info.fo@om.org ella ringa á 219923. Off the Grid byrjar 19. Apríl 2026.

Fleiri stutttíðar møguleikar síggjast her. Les meir um Off the Grid og Síggj filmsbrotið undir “Watch video