Føroysk familja í Ghana: Partur av Queen of Sheba verkætlanini
Ein hjálpandi hond í Ghana
6. juli fóru Birna og Poul Jóhannes Joensen, saman við børnunum Gunhild, Kristoffuri og Ásu, til Ghana at hjálpa til hjá OM í Queen of Sheba-verkætlanini. Tey eru nú í býnum Gushegu, har tey eru við til at leggja síðstu hond á eitt nýtt sjúkrahús, sum er ætlað fólkinum í økinum,. Flest øll, sum búgva í økinum eru muslimar.
Ein long ferð
Ferðin úr Føroyum til Ghana var sera long. Úr Danmark gekk leiðin fyrst til Lissabon – ein ferð upp á fimm tímar – og síðan seks tímar víðari til Accra, høvuðsstaðin í Ghana, har pastor Paul, formaðurin fyri OM Ghana, tók í móti teimum við stórum blíðskapi. Dagin eftir flugu tey til Tamale og koyrdu norðureftir til Gushegu, har tey skulu búgva og arbeiða í tríggjar mánaðir.
Nýggjar umstøður og stórt hjarta
Fyrstu dagarnar hava tey brúkt til at finna seg til rættis og at læra fólkini at kenna, sum tey nú búgva millum. Alt er øðrvísi – veðurlagið, maturin og mentanin; men tey hava gott mót og gleða seg at verða við í einum arbeiði, sum kann bjarga lívum og skapa vón.
Tað eru Dorien og Gerben Boon, sum hava staðið fyri byggingini av sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsið er ein liður í arbeiðinum hjá Queen of Sheba, sum m.a. arbeiðir fyri at betra um heilsuhjálp til kvinnur og børn í Norðara partinum av Ghana.
Guds signing
OM Føroyar ynskir Birnu, Poul Johannesi, Gunnhild, Kristoffuri og Ásu Harrans ríku signing í teirra tænastu saman við Dorien og Gerben millum fólkini í Gushegu.
Les um arbeiðið hjá OM í Queen of Sheba verkætlanini her.
Kundi tú hugsað tær at tikið nakrar mánaðir út úr kalendarinum og tænt við OM? Set teg í samband við okkum á tlf. 219923 ella skriva til okkara á info.fo@om.org.