Keypstreytir

YVIRSKIPAÐ KUNNING

OM Føroyar
J. H. Schrøtersgt 11
FO-100 Tórshavn
Føroyar
V-tal: 598542
Telefon: +298 219923
Teldupostur: info.fo@om.org

 

GJALD

OM Føroyar tekur ímóti hesum gjaldskortum: Visakort og Mastercard gjøgnum Quickpay.

Upphæddin verður trekt av kontu tíni, tá vøran er send ella avheintað. Um talan er um gjalding til TeenStreet ferðing o.a. verður upphæddin trekt av kontu innanfyri eina viku eftir keypið.

Allar upphæddir eru í DKK við mvg.

 

VØRUR

Á om.fo ber til at keypa bøkur, atgongumerki og ferðaseðlar til TeenStreet.

 

AVHEINTAN OG ÚTBERING

Vørur keyptar á om.fo kunnu avheintast í handli okkara:
J. H. Schrøtersgøta 11
FO-100 Tórshavn

Vit bíða í mesta lagi 14 dagar eftir avheintan.

Vørur kunnu somuleiðis sendast við posti. Pakkaflutningur verður avroknaður eftir galdandi prísum.

 

IÐRANARRÆTTUR

Tú hevur sum kundi 14 daga iðranarrætt, tá tú keypir á om.fo.

Iðranarrætturin fellur burtur 14 dagar eftir, at tú hevur fingið vøruna.

Við keyp av ferðaseðlum til TeenStreet er eingin iðranarrættur. Við øðrum orðum er einki endurgjald fyri ferðaseðlakeyp, tá keypið er gjøgnumført.

Eru trupulleikar við vøruni, skalt tú boða okkum frá skjótast gjørligt á info.fo@om.org (seinast dagin eftir, kl. 12.00).

Tú kanst ikki iðra teg bert við at nokta at móttaka ella avheinta vøruna.

 

AFTURSENDING

Um tú ynskir at aftursenda vørur, sum ikki eru talgildar ella bundnar at ávísum tiltaki, skalt tú aftursenda vørurnar til okkum uttan óneyðuga seinkan, í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tú hevur boðað frá iðran.

Tú rindar fyri flutningskostnaðin og hevur ábyrgdina av vørunum, til tær eru móttiknar av okkum.

Afturgjalding av keypsupphædd

Tú fært upphæddina afturgoldna innan 14 dagar eftir, at vit hava móttikið boðini um iðran. Vit endurrinda í sama gjaldsmegi sum upprunakeypi.

Vit kunnu halda endurgjaldinum aftur, til vit hava móttikið aftursendu vøruna.

Iðrar tú keypið, skal vøran sendast til:

OM Føroyar
J. H. Schrøtersgøta 11
FO-100 Tórshavn

Hesi vørusløg eru ikki partur av iðranarrættinum:

Keyp av ferðaseðlum til TeenStreet.

Vørur, sum hava fingið persónliga tillaging.

 

ENDURGJALDSKRAV

Tú hevur endurgjaldskrav í 12 mánaðir, tá tú keypir á om.fo. Hetta merkir, at tú kanst fáa vøruna umbýtta, fáa peningin aftur, ella fáa avsláttur av prísinum, treytað av umstøðunum.

Um brek er staðfest, skat tú boða okkum frá innan “rímiliga tíð”, og innan tveir mánaðir eftir, at tú hevur funnið brekið.

Hetta er ikki galdandi fyri keyp af ferðaseðlum til TeenStreet.

Vøran skal sendast til:

OM Føroyar
J. H. Schrøtersgøta 11
FO-100 Tórshavn

 

PERSÓNSDATAPOLITIKKUR

Les okkara persónsdatapolitikk her.

 

KLAGUR

Vilt tú klaga um keypið, skalt tú skriva til info.fo@om.org. Finna vit ikki eina loysn saman, kanst tú, um tú lýkur treytirnar, senda eina klagu inn til viðkomandi kærunevndir.