Logos Hope í Føroyum

Vit gleða okkum til vitjanina av Logos Hope 27. august til 7. september í 2026.

Yvirlit yvir tiltøkini, sum verða í samband við vitjanina fara at verða løgd út her, so fylg við á síðuni  her.

Skráset teg sum sjálvboðið hjálparfólk

Tørvur verður á nógvum sjálvbodnum í samband við vitjanina, bæði umborð og í landi. Kundi tú t.d. hugsað tær at fingið ein lítlan smakk av lívinum umborð, kanst tú skriva teg upp til at vera ein “Angel”, vera í “the Galley” ella í “bookfair”. Tá verður tú partur av toymunum hjá manningini. Eisini verður tørvur á “Tourguide” at vísa vitjandi skipið, umsetarum til tiltøkini og parkeringsvaktum í landi. Tað verður heilt sikkurt eisini okkurt annað at hjálpa til við, so hevur tú frí nakrar dagar, ella fært tú sett ein hálvan dag ella tveir av, ert tú hjartaliga vælkomin at skráseta teg her sum sjálvboðið hjálparfólk.

Skráset teg her.