Kom við OM til Moldova í summar
Ert tú millum 15 og 20 ár og kundi hugsað tær at tænt í summar?
So er hesin toymistúrurin til Moldova helst akkurát tað rætta fyri teg.
Hesin túrurin er til tín, sum er millum 15 og 20 ár, elskar Jesus, ynskir at koma at kenna Hann enn betur og hevur eitt brennandi ynski um at læra fleiri praktiskar og kreativar mátar at deila evangeliið uppá í einum landi, har neyðin er stór. Til TiM - Teens in Missions - í Moldova arbeiða vit saman við lokalum samkomum við hjálpararbeiði, so sum við heimavitjanum, evangelisering, útbering av mati og klæðum umframt nógv barnaarbeiði millum lokalu børnini í bygdunum.
Hetta er eitt høvi hjá tær at uppliva missión í einum toymi, at vísa trúnna í verki og at uppliva, at Gud brúkar teg til at luta Jesus upp á nógvar kreativar og praktiskar mátar.
TiM toymisferð til Moldova
TiM er toymisferð fyri trúgvandi tannáringar í aldrinum 15 til 20 ár. Kom og uppliv eina ella tvær vikur við upplæring og outreach.
Hetta er eitt høvi hjá tannáringum at uppliva missión, at vísa sína trúgv í verki og uppliva, at Gud brúkar teg til at luta Jesus við onnur. Vit fara at tæna fólkinum í Moldova. Hetta eru børn, ung, vaksin og familjur. Vit fara at skipa fyri barnafestivalum, hjálpa við praktiskum uppgávum og vitja tey eldru og treingjandi við mati og øðrum gávum.
Hvar: Moldova
Nær: 17. - 31. juli 2026
Aldursmark: 15-20 ár
Luttakarar: í mesta lagi 10 fólk
Ferðing: Ferðast verður úr Føroyum tann 17. juli og víðari til Moldova tann 18. juli. Heimferðin til Føroyar verður 31. juli. Tey, sum ætla sær til TeenStreet beint eftir túrin, ferðast til Týsklands saman við einum ferðaleiðara. Av TeenStreet verður ferðast antin við føroyska ella danska ferðalagnum.
GG. Ferðaætlanin kann broytast.
Prísur:
- Luttøkugjald, matur og uppihald: 5.500 kr.
- Harumframt kemur kostnaðurin fyri ferðaseðlar.
- Ferðatrygging er persónlig og skal teknast av hvørjum eintøkum ferðandi.
Leiðarar: Ikki kunngjørt enn.
Tilmeldingarfreist: 15. apríl. 2026
Gjaldstreytir:
Byrjanargjald: Tá tú teknar teg, skal tú gjalda eitt byrjanargjald á 2.500 krónur. Vinarliga flyt upphæddina á kontu: 9181 4262192 og viðmerk "TIM Moldova".
Restgjald: Restin skal gjaldast eftir áheitan, tá ferðaseðlarnir verða keyptir.
Við avlýsing:
- Um tú avlýsir áðrenn 15/4-2026, eftirheldur OM eitt umsitingargjald á 700 kr
- Um tú avlýsir tína tilmelding aftaná 15. Apríl, men áðrenn at ferðaseðlarnir eru keyptir, eftirheldur OM byrjanargjaldið á 2.500 kr.
- Um tú avlýsir aftaná, at OM hevur keypt ferðaseðlarnar (uml. 20/4). Rindar tú fult ferðaseðlagjald umframt byrjanargjaldið á 2.500 kr.
Um tú vilt frætta meira um hetta ella tú hevur spurningar, skrivað til okkara á info.fo@om.org ella ring á 219923.