Grønlandslegurnar í Oqqifikk 2026
Her meldur tú teg til sum hjálparfólk til legurnar í Oqqifikk í Grønlandi.
Áðrenn tilmeldingina, skalt tú ringja til Marjun Vilhelm á 215181 og avtala nærri, hvør tørvrin er, og hvønn leiklut, tú kanst hava.
Ferðing
Miðja verður eftir at ferðast hesar tíðir:
Lega 1-2
- Úr Føroyum 27. juni: FAE – KEF kl. 14:05 – 15:00 / KEF – JUU kl. 17:30 – 19:30
- Úr Grønlandi 14. juli: JJU – KEF kl. 20:15 – 00:05 / 15. juli KEF – FAR kl. 10:35 – 13:35 (Yvirnáttin í Keflavík er ikki íroknað)
Kostnaður: Kostnaðurin kemur væntandi at liggja millum 7.500 og 9.000 kr, alt eftir, hvørji pláss eru tøk. Jú fyrr, jú bíligari. OM kann ikki garantera nakað tøkt pláss. Eitt innskot á 2.500 kr skal gjaldast við tilmelding á kontu 9181 – 4262192, viðmerk “Grønland 1+2”. Tá ferðaseðilin er keyptur, fært tú boð um, hvussu nógv restar í fyri fult gjald.
Lega 3-4
- Úr Føroyum 15. juli: FAE – KEF kl. 14:05 – 15:00 / 16. juli KEF – JUU kl. 11:00 – 13:00 (Yvirnátting í Keflavík er ikki íroknað)
- Úr Grønlandi 1. august: JJU – KEF kl. 20:15 – 00:05 / 2. august KEF – FAR kl. 10:35 – 13:35 (Yvirnátting í Keflavík er ikki íroknað)
Kostnaður: Kostnaðurin kemur væntandi at liggja millum 8.500 og 10.000 kr, alt eftir, hvørji pláss eru tøk. Jú fyrr, jú bíligari. OM kann ikki garantera nakað tøkt pláss. Eitt innskot á 2.500 kr skal gjaldast við tilmelding á kontu 9181 – 4262192, viðmerk “Grønland 3+4”. Tá ferðaseðilin er keyptur, fært tú boð um, hvussu nógv restar í fyri fult gjald.