Ert tú millum 15 og 20 ár og kundi hugsað tær at tænt í summar?
Kom á TiM í Moldova
Ert tú millum 15 og 20 ár, elskar tú Jesus, og ynskir tú at koma at kenna Hann enn betur og at læra fleiri praktiskar og kreativar mátar at deila evangeliið uppá í ienum landi, har neyðin er stór? Ja, so er TiM í Moldova helst júst til tín. TiM - Teens in Missions - er toymisferð fyri trúgvandi ung, sum ynskja at gera hjálpararbeiði við heimavitjanum, evangelisering, útbering av mati og klæðum umframt barnaarbeiðið millum lokalu børnini í bygdunum, sum vit fara at vitja.
Hetta er eitt høvi hjá tær at uppliva missión í einum toymi, at vísa trúnna í verki og at uppliva, at Gud brúkar teg til at luta Jesus upp á nógvar kreativer mátar.
TiM toymisferð til Moldova
TiM er toymisferð fyri trúgvandi tannáringar í aldrinum 15 til 20 ár. Kom og uppliv eina ella tvær vikur við upplæring og outreach.
Hetta er eitt høvi hjá tannáringum at uppliva missión, at vísa teirra trúgv í verki og uppliva, at Gud brúkar tey til at luta Jesus við onnur. Vit fara at tæna fólkinum í Moldova. Hetta eru børn, ung, vaksin og familjur. Vit fara at skipa fyri barnafestivalum, hjálpa við praktiskum uppgávum og vitja tey eldru og treingjandi við mati og øðrum gávum.
Hvar? Moldova
Nær? 18. - 31. juli 2026 (Kann broytast)
Aldursmark: 15-20 ár
Luttakarar: í mesta lagi 10 fólk
Ferðing: Ætlanin er at ferðast úr Føroyum tann 18. juli og heimaftur til Føroyar tann 31. juli. Tey, sum ætla sær til TeenStreet beint eftir túrin, ferðast til Týsklands saman við einum ferðaleiðara. Av TeenStreet verður ferðast antin við føroyska ella danska ferðalagnum.
GG. Ferðaætlanin kann broytast.
Prísur: Væntast kann, at kostnaðurin liggur millum 10.000 og 12.000 kr. fyri ferðing og uppihald. Endaligi prísurin verður ásettur, tá ferðaseðlarnir eru keyptir. Ferðatrygging er ikki íroknað. Hon skal teknast av hvørjum eintøkum ferðandi.
Leiðarar: Ikki kunngjørt enn.
Tilmeldingarfreist: 15. apríl. 2026
Gjaldstreytir:
Byrjanargjald: Tá tú teknar teg, skal tú gjalda eitt byrjanargjald á 2.500 kr. beinavegin. Vinarliga flyt upphæddina á kontu: 9181 4262192 og viðmerk "TIM Moldova".
Restgjald: Restin skal gjaldast eftir áheitan, tá ferðaseðlarnir verða keyptir.
Við avlýsing:
- Um tú avlýsir áðrenn 15/4-2026, eftirheldur OM eitt umsitingargjald á 700 kr
- Um tú avlýsir tína tilmelding aftaná 15. Apríl, men áðrenn at ferðaseðlarnir eru keyptir, eftirheldur OM byrjanargjaldið á 2.500 kr.
- Um tú avlýsir aftaná , at OM hevur keypt ferðaseðlarnar (uml. 20/4). Rindar tú fult ferðaseðlagjald umframt eitt umsitingargjald á 700 kr.
Um tú vilt frætta meir um hetta ella tú hevur spurningar, skrivað til okkara á info.fo@om.org ella ring á 219923.

