Riverboat

- ein nýggj verkætlan

100 áir – 40 lond

OM Europa hevur í nøkur ár skift orð um, hvussu tey, sum enn ikki hava hoyrt boðskapin um Jesus, í Europa, kunnu náast á bestan hátt. OM hevur m.a. bussar sum koyra runt millum lond í Europa, og trúboðarar og toymir fara eisini til europeisk lond at boða evangeliið, men  enn eru nógv sum ikki hava hoyrt og tikið ímóti gleðiboðskapinum. Tí hevur OM Europa sett í verk eina nýggja og spennandi verkætlan, har ætlanin er at sigla í europeisku áunum, heilt frá Norðsjógvinum og til Svartahavið. OM Europa ynskir at veita teimum minst náddu í Europa vitan, hjálp og vón, við at leiga og seinni keypa ein stóran bát, við pláss fyri uml. 100 fólki at búgva umborð. Báturin skal leggja at, í bæði stórbýum og smærri bygdum á leiðini, í umleið tvær vikur í senn. Ynski teirra er fáa samband við fólk, bæði á landi, við at manningin fer á land og hjálpir fólkinum á ymiskan hátt, og við at bjóða teimum umborð á bátin.

Umborð verður m.a.  ein kaffistova og lítil handil.

 

Global Village

Umborð verður eisini møguligt hjá teimum vitjandi at uppliva Global Village. Tá Global Village var í Føroyum í februar 2014 vóru áleið 700 føroyingar ígjøgnum Global Village og var hetta ein stór uppliving fyri mong. Í Global Village hoyrir tú ikki bert um missión, tú upplivir missión. Global Village eftirlíknar umhvørvir og umstøður sum trúboðarar møta tá teir fara út í missión. Tá tey møta einum knústum heimi andlit til andlits verða luttakarnir eggjaðir til at endurspegla Jesus í torførum umstøðum. Trúboðarir frá OM veita ráðgeving og greiða frá um missión eftir Global Village upplivingina.

 

Føroyingar á Riverboat?

Ver við at skriva søgu. Tað hevði verið spennandi at sent eitt føroyskt toymið umborð á Riverboat. Tørvur er á 80 fólkum til fyrsta túrin, sum byrjar í septembur og endar í desembur 2017. Umborð fært tú bæði teori og praksis, tú fært uppvenjing í trúboðan og samstundis kanst tú nýta tíni evnir umborð á ein serstakan hátt. Um tú heldur at hetta kundi verið áhugavert, so set teg í samband við okkum.

 

Hug at stuðla Riverboat?

Hevur tú hug at stuðla Riverboat verkætlanini fíggjarliga, kanst tú trýsta á knøttin niðanfyri