Stuðla ungdómslegu í Suðurafrika

Í juni mánað á hvørjum ári skipar OM í Suðurafrika fyri ungdómslegu fyri tey, sum eru knýtt at gentu- og dreingjabólkunum, sum møtast hvønn fríggjadag á miðstøðini hjá OM nærhendis Pretoria. Tanja Mortensen úr Havn virkar við OM í Suðurafrika, og hon er við til at skipa fyri hesi legu.

Tey ungu gleða seg at fara á legu

Tanja fortelur at ungdómslegan er eitt hæddarpunkt fyri nógv av teimum ungu, sum gleða seg í langa tíð til leguna.

Aldurin á leguluttakarunum er frá 13-14 ár til fyrst í tjúgunum. Dagligdagurin setur nógv krøv til hesi ungu; tey skulu hjálpa til í húsarhaldinum og hjálpa við at passa yngri systkin. Legan er eitt trygt umhvørvi, har tey kunnu koma burturfrá – hetta er eitt vikuskifti, har tey kunnu bara vera ung eina løtu.

Tanja fortelur eisini, at legan fokuserar at styrkja tey ungu í trúnni. Summi av teimum ungu, sum koma á legu eru komin til trúgv, meðan onnur ikki eru vís í síni trúgv. Legan gevur hesum ungu møguleikan at steðga á og práta um trúnna og um lívið. Á leguni verða tey ungu eisini  eggjað til at taka ábyrgd av síni trúgv í dagligdegnum.

Til leguna verður eitt hóskandi legustað leigað og væntandi koma 50-60 fólk á legu. Útreiðslurnar fyri hvønn luttakara á legu eru umleið 400 kr., men legugjaldið er umleið 100 kr. fyri hvønn luttakara (hetta er tað, tey meta, at luttakararnir hava møguleika at gjalda). Tí skulu 300 kr. samlast inn aðrastaðni frá, og vit ynskja at hjálpa við hesum.

Stuðla ungdómsleguni

Tú kanst stuðla ungum at fara á legu við at flyta eina upphædd á konto í Betri Banka 9181-426.219.2, viðmerk ‘Ungdómslega Suðurafrika’.

Um fleiri pengar verða innsamlaðir enn teir, sum tørvur er á til leguna, verður restin brúkt til ungdómsarbeiði sum heild.