4. advent – stuðla flóttafólkalegu í Serbia

Gev gávu  

OM í Serbia hjálpir til á eini flóttafólkalegu í Adasevci á markinum millum Serbia og Kroatia. Vanliga hýsir flóttafólkalegan 500-600 flóttum, men nú í desember er talið av flóttum á flóttafólkaleguni voksið til um 1000 flóttar. Teir flestu av flóttunum eru ungir menn.

OM rekur eitt telt á flóttafólkaleguni, har tey servera te og kaffi til flóttarnar. Harumframt tekur OM sær av at vaska klæðini hjá flóttunum í vaskimaskum á staðnum.

Við at vera til staðar, tæna flóttunum og vísa umsorgan er vónin og ynskið at flóttarnir fáa smakk av kærleika Guds til tey.

Føroyska Sigrun Vang hevur saman við øðrum havt ábyrgd av hesum arbeiði hjá OM í Serbia. Vit skrivaðu fyrr í heyst um hana og tænastuna í Serbia, tú kanst lesa meiri her.

Stuðla arbeiðnum á flóttafólkaleguni

Tørvur er á fíggjarligum stuðli til innkeyp, viðlíkahald og annað. Tú kanst stuðla arbeiðnum hjá OM á flóttafólkaleguni umvegis boksina niðanfyri ella við at flyta eina upphædd á konto í Betri Banka 9181-426.219.2, viðmerk ‘4 advent’.

Biðið fyri flóttunum og tænastuni á flóttafólkaleguni

Lat okkum eisini biðja fyri hesum arbeiði millum flóttar í Serbia. Biðið at Gud má møta flóttunum, biðið at tey mugu koma at kenna náði og kærleika Guds og at Gud má gerast vón teirra. Biðið eisini fyri hesi tænastu hjá OM á flóttafólkaleguni, at tað má æra Gud og at fleiri hjálparfólk mugu fara til Serbia, serliga menn.