3. Advent: Covid-19 hjálp til Bosnia

 

3. lúkan í adventskalendaranum hjá OM Føroyum er um Bosnia/Herzegovina.

Hoyr Jóhan Petur greiða frá støðuni.

Stuðla arbeiðinum í Bosnia/Herzegovina

Ynskir tú at stuðla arbeiðinum hjá OM í Bosnia/Herzegovina, kanst tú gera eina flyting til kontu 9181-426.219.2 og viðmerkja bosnia ella 3 advent.

Biðið fyri fólkunum og arbeiðinum í Bosnia

Lat okkum eisini biðja fyri hesum arbeiði í Bosnia. Biðið at Gud má møta fólkinum, biðið at tey mugu koma at kenna náði og kærleika Guds og at Gud má gerast vón teirra. Biðið eisini fyri teimum, ið hava tað trupult vegna korona.