1. Advent: Hjálp fólkunum í Moldova

OM Føroyar skipar aftur í ár fyri einum adventskalendara, har vit hvørja viku varpa ljós á ein møguleika hjá tær at geva. Hetta fyrsta vikuskifti í advent varpa vit ljós á virksemi hjá OM í Moldova.

Ímynda tær hvussu tað hevði verið, um tú ikki kundi hitað húsini ein ísakaldan vetur? Ella at tú ikki hevur ráð til mat, tí rokningarnar eru so høgar og einki veksur í havanum um veturin?

Moldova er eitt av allarfátækstu londunum í heiminum og OM í Moldova fyrireikar seg nú til vetrarhjálpina, at veita mat og brenni til tey fátøku. Seinastu tíðina er prísurin á brennievni farin nógv upp, og tí fara enn fleiri fólk í Moldova at vera í sera trongum korum í vetur. Brenniviður kostar eisini meiri og er verri at fáa fatur á, nú útboðið er blivið minni.

Stuðla arbeiðnum í Moldova

OM í Moldova ynskir í ár serliga at náa út til økið, sum kallast Transnistria, eitt sera fátækt øki við sera fáum trúgvandi. Ynskir tú at vera við at hjálpa? Ger eina flyting á kontu 9181-426.219.2 og viðmerk Moldova ella 1 advent, so senda vit peningin víðari á rætta stað.

Biðið fyri fólkunum og arbeiðinum í Moldova

Lat okkum eisini biðja fyri hesum arbeiði í Moldova. Biðið at Gud má møta fólkinum, biðið at tey mugu koma at kenna náði og kærleika Guds og at Gud má gerast vón teirra. Biðið eisini fyri hesi tænastu hjá OM í Moldova, at tað má æra Gud.