Familjan Helmsdal

Gev gávu  

Jón Helmsdal úr Klaksvík fór fyrstu ferð í 2010 nakrar mánaðir umborð á Logos Hope, tí stórur tørvur var á honum á brúnni. Sigast kann at hann fekk eitt hjarta fyri hesari missión og longu árið eftir fóru tey sum familja umborð í 10 mánaðir og síðan hava tey verið umborð tvær ferðir afturat í styttri og longri tíð.

Nú vóru aftur boð eftir teimum, og hava tey valt at fara umborð aftur í 1 ár, har Jón skal vera skipari umborð. Børnini Fríðrikur, Ingi og Olivia koma øll at ganga í skúla umborð, og Katrin kemur at vera við í ymiskum tænastum, tá hon ikki er upptikin í uppgávuni sum mamma.

Vit gleðast um, at tey enn einaferð fingu møguleikan at fara umborð á Logos Hope at tæna Gudi. Lat okkum minnast tey í bønum okkara og biðja at Harrin skal varða tey hetta árið tey eru umborð. Komandi mánaðinar vitjar Logos Hope í Guatemala, El Salvador, Costa Rica, Ecuador og Chile.

Um tú ynskir at stuðla Helmsdal familjuni meðan tey eru umborð, kann hetta gerast við at flyta pening til konto í Betri Banka 9181-426.219.2 og viðmerja: Helmsdal.

Vit ynskja Harrans signing yvir Katrin, Jón, Fríðrik, Inga og Oliviu og at Gud skal verja tey og lata tey vera til stóra signing har tey koma.