Familjan Niclasen
Familjan Niclasen arbeiður í Birmingham, Onglandi. Tey arbeiða fyrst og fremst millum kurdar. Tey læra málið og mentanina, gera fólk til lærusveinar, hjálpa teimum inn í lokalu samkomuna og røkka ónádd við evangeliinum. Craig nýtir facebook og youtube til at menna og spreiða út kristiligt tilfar á kurdiskum. Í ár arbeiða tey við at fáa nýliga umsettu bíbliuna á kurdiskum forritaða til eina app.