Ásbjørg á veg umborð á Logos Hope
Ásbjørg Hjelm byrjaði tíðliga í morgun ferð sína úr Klaksvík til Argentina, har hon fer umborð á Logos Hope. Ásbjørg verður við á STEP programminum (Short Term mission Exposure Programme) á Logos Hope inntil oktober. Hetta er eitt programm, har luttakararnir búgva og tæna umborð á Logos Hope saman øðrum sum virka umborð í longri tíð. Ásbjørg kemur at arbeiða umborð átta tímar um dagin, fimm dagar um vikuna møguliga í køkinum, messuni, við reingerð, ella líknandi. Síðani verður hon eisini við til ymist outreach ein dag um vikuna.
Hesa tíðina, Ásbjørg verður umborð, vitjar skipið havnir í Argentina og í Brasil.
Latið okkum biðja fyri Ásbjørg, sum hon ferðast til Argentina. Biðið fyri tíðini hjá henni umborð, at Harrin má virka í henni og ígjøgnum hana. Biðið fyri manningini og virkseminum hjá Logos Hope, at hetta fyrst og fremst má vera virksemi, sum ærir Gud, og at frelsuboðskapurin má røkka út til lokalu fólkini.
Um tú vilt lesa meira um Logos Hope, og hvussu tú møguliga eisini kanst tæna umborð á Logos Hope, so trýst her.