Formansfrágreiðing 2013

OM aðalfundur 2014

Góðan dag og vælkomin til hendan aðalfundin, sum er annar aðalfundur í søguni hjá OM Føroyar. Deiligt at síggja so nógv fólk her, tí tað er ikki altíð, at tað er so stórur áhugi hjá fólki at møta til aðalfundir.

Nógv er hent innan OM Føroyar, síðani vit vóru saman fyri einum ári síðani, og eg skal tríva í nakað av tí, sum er farið fram.

Nýggj skrivstova

Í maj mánað í fjør tók OM Føroyar eina nýggja skrivstovu í nýtslu. Skrivstovan er í kjallaranum í Oyrahandlinum á Toftum, og vit eru sera fegin um at hava fingið hesi hølini í einum húsum, har nógv fólk gongur.

Dagliga arbeiðið í einum felagsskapi sum OM kann gerast rættiliga einsligt, og tí er tað sera gott, at skrivstovan er í hølum, har nógv onnur fólk eru.

Fólk úti við OM

Høvuðsendamálið hjá OM er sjálvandi at senda fólk út við gleðiboðskapinum, og eg skal tí nevna tey fólkini, sum eru úti ella hava verið úti við OM seinasta árið.

Familjan Jacobina og Hjalmar Andreassen (hann er av Eiði og hon úr Hvannasundi/ Norðdepli) eru saman við synunum Teodor og Rana við Logos Hope. Har er eisini Eirikur T. Lauritsen úr.

 

Í farna ári hevur familjan Beinta og Grímur Vang úr Klaksvík saman við børnunum Duritu og Jákup verið við Logos Hope í nakrar vikur. Og við har vóru eisini Dánjal Petur Abrahamsen og Dávid Petersen úr Fuglafirði umframt Una Joensen úr Klaksvík.

 

Tó eru ikki øll farin við Logos Hope, tí Birita Poulsen av Strondum er í staðin farin til Spania, og Rósa Rasmussen úr Runavík er farin til Moldova.

 

Vi skulu eisini nevna familjuna Claire og Craig Niclassen, sum virka í Onglandi saman við døtrunum Elizabeth, Rebekah og Lydia (Craig er hálvur føroyingur, uppvaksin sum trúboðarabarn á Filipsoyggjunum). Arbeiðið hjá teimum er millum kurdar og gongur mest fyri seg í umráðnum kring Birmingham.

 

Her í Føroyum virka Shamila og Høgni Johannesen við døtrunum Joy og Adonja, og so mugu vit sjálvandi ikki gloyma Anitu og Oddmar Tausen. Tey eiga fýra børn, sum eru so mikið vaksin, at eg nevni tey ikki her, men vit kunnu nevna, at tey eiga eitt barnabarn – eitur hon ikki Rebekka (?) – og eitt afturat, sum er ávegis.

TeenStreet

Gjøgnum árini hava nógvir ungdómar verið á TeenStreet, og fleiri teirra hugsa kanska als ikki um, at tað er eitt átak hjá OM.

Í fjør vóru 307 føroyingar í Týsklandi og luttóku á TeenStreet, og hetta er størsta luttøka úr Føroyum nakrantíð. Sum skilst, høvdu tey eina fantastiska legu.

Í ár hava vit sett eina serstaka TeenStreet nevnd, sum er mannað við Randi og Símun J. Hansen og Elisabeth Benjaminsen. Tey eru komin væl áleiðis at skipa fyri føroyska partinum av leguni, og tilmeldingar eru væl ávegis.

TiM

Eftir TeenStreet í fjør fóru 12 ungir føroyingar og tríggir leiðarar til Moldova á TIM (Teens In Mission). Tey luttóku til ymisk tiltøk og høvdu nakrar góðar dagar í hesum landi, sum er roknað sum tað fátækasta landið í Europa. Túrurin í Moldova hevði stóra ávirkan á okkara ungu.

Í ár er málið at manna trý TIM-lið: eitt til Moldova, eitt til Bosnia og eitt til Italia. Liðið til Bosnia er fullteknað, men annars eru fleiri pláss eftir.

Transform & Gary Witherall

Eitt tiltak, sum vit í nevndini halda ljóða sera spennandi og sum eitt náttúrligt framhald eftir TeenStreet, er Transform.

Í juli mánað í fjør byrjaði Transform við síni vanligu ráðstevnu í Róm, og seks føroyingar luttóku. Eftir ráðstevnuna fóru tvær ungar kvinnur – Fríða Gaardlykke og Dania Poulsen úr Runavík – til Norðuritalia at taka lut í barnaarbeiði. Tveir ungir menn – Ólavur Mørkøre av Eiði og Rani Kjærbo úr Havn – surfaðu og vitnaðu í Portugal. Og ungi havnarmaðurin Tórur Zachariasen var í Jordan.

Maibritt Højgaard Johansen av Strondum var við á einum Transform liði, sum verður nevnt Transit. Tey koyrdu frá staði til stað, frá landi til land í einum Ford Transit (harav navnið) og luttóku í ymsum tiltøkum, og hon kom ikki heim aftur fyrr enn beint undan jólum.

Í ár hava vit sett eina serstaka Transform nevnd, sum er mannað av Maluni og Hera Kjærbo og Tóri Zachariasen. Málið var at senda heili 30 føroyingar avstað við Transform í ár, men tað hevur gingið sera striltið at fáa fólk at tekna seg.

Í sambandi við hendan OM aðalfundin vitjar stovnarin av Transform, Gary Witherall, í Føroyum, og vit vóna, at hetta fer at skumpa undir hugin hjá fólki at fara við Transform.

Gary hevur longu vitjað í Føroyum í tríggjar dagar, og hann hevur verið bæði til felagsungdómsmøti í Ebenezer og í Meinigheitshúsinum í Havn saman við T.O.S. Í kvøld verður hann til ungdómstiltak í Nebo á Toftum, og í morgin vitjar hann fyrst Kelduna og síðani KFUM&K í Klaksvík, so tað kann sigast, at hann liggur ikki á latu síðuni, nú hann er her og vitjar.

OM á fólkafundi í Klaksvík

Í september var stórur fólkafundur í Klaksvík, og OM hevði tá ein bás á tiltakinum.

Vit valdu at nýta høvið til at vísa á átakið “Fuel the Hope”, sum snýr seg um at lata oljustuðul til Logos Hope. Øll, sum vóru á Fokus, vita, at árligi oljukostnaðurin hjá Logos Hope er uml. 16 mió. kr.

Eitt av málunum hjá okkum er, at vit úr Føroyum skulu lata eina mió. kr. um árið í oljustuðli til Logos Hope.

Í sambandi við fólkafundin var Myles Toews í Føroyum og greiddi frá. Hann er ein sokallaður “fundraiser” fyri Logos Hope, og seinasta árið hevur hann fleiri ferðir verið í Føroyum. Myles er sera fegin um ta móttøku og tann áhuga, sum hann hevur møtt her í Føroyum.

Á fólkafundinum í Klaksvík nýttu vit eisini høvið at vísa á tørvin fyri væl útbúnum og royndum maskinmeistarum við Logos Hope. Eitt annað av málunum, sum vit hava sett okkum fyri í OM Føroyar, er, at eitt av størvunum sum maskinmeistari umborð á Logos Hope fast skal verða sett við einum føroyingi. Til hetta krevst fígging, og okkara mál er at fáa hesar pengarnar til vega.

Europeiski leiðarin vitjaði

Síðani OM Føroyar varð stovnað fyri tveimum árum síðani, hava vit havt fleiri “fínar” OM vitjanir. Í fjør vitjaði leiðarin fyri altjóða OM, Peter Maiden (hann er síðani “pensioneraður”), og fyri nøkrum fáum døgum síðani høvdu vit vitjan av europeiska OM-leiðaranum, Frank Hinkleman úr Eysturríki.

Frank Hinkleman luttók ikki til nakað størri tiltak á vitjanini í Føroyum, men tað var heldur ikki ætlanin við vitjanini. Hann vildi bara fegin koma higar fyri at síggja landið og hitta føroysku OM fólkini, so hann kundi vera til stuðul og eggjan.

Fokus & Global Village

Tað allar størsta, sum er hent í OM høpi hetta seinasta árið, er sjálvandi tiltakið Fokus, sum var í Runavík frá 24. februar til 2. mars. Og “høvuðsattraktiónin” var sjálvandi Global Village.

10 fólk frá OM Svøríki vitjaðu í Føroyum í sambandi við Fokus, og saman við nógvum hjálparfólki úr Føroyum gjørdu tey eitt megnar arbeiði. Café’in – við livandi sangi og tónleiki – var eisini við til at gera Fokus til eitt heilt fantastiskt upplivilsi.

Fólk, sum vitjaðu, fara aldrin í lívinum at gloyma tað, tey upplivdu á Global Village.

Hóast orðið “takk” kann tykjast fátæksligt – sum kendi danski sangurin sigur – so fari eg kortini at siga hjartaliga takk til øll tey, sum gjørdu ein so stóran innsats á Fokus.

Vit vilja ógvuliga treyðugt nevna nakran framum onnur, men vit mugu tó bera eina serstaka tøkk til Anitu fyri ein megnar, MEGNAR innsats.

Limir

Á aðalfundinum í fjør segði eg, at vit høvdu sett okkum sum mál, at OM Føroyar skuldi hava 500 limir um eini 2-3 ár. Tað gleðiliga er hent, at longu í dag – 1-2 ár fyri tíð – hava vit rokkið málinum, tí í dag hava vit meira enn 500 limir (onkur helt, at formaðurin hevði ov lítla trúgv).

Tað er sera eggjandi at síggja, at fólk taka undir við hesum arbeiðnum, og eg vil siga tykkum øllum takk fyri tað.

Vit hava ikki sett nakað nýtt mál enn.

Strategi faldari

Sum eg nevndi á aðalfundinum í fjør, so arbeiddu vit um ta tíðina nógv við visjón, missión og strategi.

Vit komu á mál við hesum arbeiðnum, og sum eitt úrslit av hesum bleiv ein lítil og sera snøggur faldari gjørdur, har víst verður á innsatsumráðini, sum vit hava ásett.

Vit hava býtt faldaran út allastaðni, tí vit vilja fegin, at fólk lesa í faldaranum, og harvið kunnu tey verða inspirerað at luttaka í verkinum á ein ella annan hátt.

Gevist sum formaður

Tá ið OM Føroyar varð stovnsett, játtaði eg at fara í nevndina, og eg tók beinanvegin við sum formaður. Eg havi sitið sum formaður hesi bæði fyrstu tvey árini, og hetta hevur verið bæði spennandi og avbjóðandi.

Eg havi arbeitt saman við nøkrum spennandi fólkum í einum sera spennandi felagsskapi.

Eg havi nú avgjørt, at eg gevist sum formaður, so eftir aðalfundin fara vit tí at velja ein nýggjan nevndarformann – ella kvinnu – fyri OM Føroyar. Eg fari tó ikki at taka meg úr nevndini, og eg vænti, at arbeiðið heldur fram, sum tað áður hevur gjørt.
Við hesum fari eg at takka fyri eitt sera hendingarríkt ár, og eg hyggi við spenningi inn í framtíðina.

Absalon Áargarð,
nevndarformaður,
OM-Føroyar