16. desember 2016

Tørvur á leiðarum til TeenStreet komandi summar

Í ár vóru uml. 400 føroyingar, harav 240 tannáringar á TeenStreet. Í 2017 verður legan í Offenburg frá 27. juli til 2. august. Vit vænta, at tað koma uml. líka nógv á leguna komandi ár.

Til komandi ár hava vit aftur tørv á leiðarum at tæna á TeenStreet. Ert tú millum 21 og 99 ár, hevur hjarta fyri at hjálpa tannáringum at vaksa saman við Gudi, bæði á TeenStreet og heima í Føroyum gjøgnum árið, kann tað vera júst tær, vit hava tørv á til komandi summar. Um tú kundi hugsað tær at vitað meira, ber til at seta teg í samband við okkum í TeenStreet leiðsluni.