5. januar 2017

Tórur og Jóhan Petur í Christianskirkjuni Trettanda kvøld

Trettanda kvøld hin 6 januar kl. 20.00 verður gudstænasta í Christianskirkjuni, Hanus á Gørðum prestur prædikar. Manskórið hjá Skálafjarðar Sløkkiliði kemur at luttaka. Talvan gongur fyri útimissión. Eftir gudstænastuna verður hugnaløta í kirkjukjallaranum har Tórur Feilberg Zachariassen trúboðari og Jóhan Petur Johannesen dagligi leiðari hjá OM kemur at greiða frá úti missións arbeiðinum. Eisini góður drekkamuður at fáa.