5. januar 2017

Tórur aftur úr Miðeystri

Tórur Feilberg Zachariasen er júst afturkomin úr Miðeystri, har hann hevur virkað sum trúboðari í tvey ár. Um onkur kirkja ella samkoma hevur áhugað í at fáa Tórur á vitjan, at greiða frá tí hann hevur upplivað, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skrivstovuna hjá OM Føroyum: info.fo@om.org ella tlf. 219923

Í komandi OM blaðið verður ein grein um Tórur og hansara arbeiðið í Miðeystri.
Fært tú ikki blaðið? Teknað teg sum lim hjá OM Føroyum – allir limir fáa OM blaði, sum kemur út fýra ferð um árið.