Transform

Transform var fyrstu ferð í 2010, og tað hevur verið til stóra signing og frelsu fyri mong menniskju.

Transform er samansett av:
· Ráðstevnu í uml. 5 dagar
· Outreach í 1-3 vikur

Úr øllum heiminum møtast hundraðtals fólk, har tey í 5 dagar fáa undirvísing og venjing, brúka tíð í bøn, tilbiðjan og bólkaarbeiði – alt fyri at fyrireika seg til tað outreach, sum liggur fyri framman.

Tú kanst velja bara at fara til ráðstevnuna, men um tú ynskir ta heilt stóru upplivingina, so skalt tú fara á outreach eisini. Vel eitt land, sum tú ynskir at evangelisera í og vel, um tú ynskir at verða burturi í eina viku ella eitt longri tíðarskeið.
Ljóðar Transform spennandi fyri teg, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við OM Føroyar á teldupost info.fo@om.org. Meira kunning um Transform er eisini á om.org/transform

Transform 2020

Meiri info um Transform 2020 kemur seinni!

Nær: Ráðstevnan verður á sumri 2020 - meiri info kemur seinni

Hvussu leingi: Vanliga er ráðstevnan í 5 dagar, og síðani er outreach í 1-3 vikur

Hvar: Meiri info kemur seinni

Tilmelding: Tilmelding fer fram her á síðuni, ella við at venda sær til okkum á info.fo@om.org

Meir at vita: Fylg Transform á facebook