16. desember 2016

OM Føroyar nýggja heimasíðu

Í dag hevur OM Føroyar fingið nýggja heimasíðu. Nýggja heimasíðan fylgir stílinum hjá Altjóða OM og er vorðin ruddiligari.
Nakrir nýggir hentleikar eru á heimasíðuni, m.a. ber nú til at geva gávur umvegis heimasíðuna og gjalda við gjaldskortið.
Vit vóna at heimasíðan kann vera við til at eggja fólkið til at biðja, geva og fara.