Nýggjastu tíðindi
Heilsan frá Annu og Símun Pætur (Logos Hope)
Leygardag, 28. august 2010 21:19

anna-siminpVit hava nú verið umborð á Logos Hope í 6 mánaðar. Tíðin hevur verið hendingarík og avbjóðandi. Hesar seinastu 2 mánaðarnar hava vit verið í trimum sera fátøkum londum í Vestur Afrika: Sierra Lione, Ghana og Liberia. Tey hava verið herjað av kríggi, ófriði og hungur. Øll londini royna at fóta sær aftur, men eru plága av mutur og óreglusemi.

Les meir...
 
Monsun vatnflóðin herjar eitt land - Pakistan
Fríggjadag, 27. august 2010 08:35
om-pakistan
Les meir...
 
Jóna Gunnarson aftur til Chile
Hósdag, 22. juli 2010 14:56
jonaJóna var heilt ung, tá ið henni gjørdist greitt, at hon ikki fór at verða búgvandi í Føroyum, men at hon antin fór at gerast trúboðari ella arbeiða á barna- heimi onkustaðni uttanlands. Sum árini gingu, gjørdist hon alt meiri sannførd um tað.
Meðan hon gekk á studentaskúlanum í Hoydølum annað árið, las hon í OM-blaðnum um eitt programm í Chile. Hon var ikki liðug at lesa greinina, fyrrenn hon gjørdist sannførd um, at hesum skuldi hon luttaka í, og í august 2009 - tveir mánaðir eftir, at hon hevði fingið studentsprógv - fór hon avstað.
Luttakararnir á programminum verða væl brynjaðir at fara út í missión. Um morgunin fingu tey ymiska undirvísing, millum annað bíbliugransking. Tey lærdu um ymiskar religiónir, leiðslu, at tala, samband við onnur, lívskós og evangelisering. Tey fingu hjálp til at vaksa andaliga og lata Gud grøða ymisk sár, men eisini til at kunna hjálpa øðrum. Tey, ið undirvístu, vóru øll knýtt at OM, bæði í Chile og aðrastaðni.
Jónu dámdi sera væl bíbliuundirvísingina. Hon lærdi nógv um, hvør Gud er, og hvørji vit eru í Gudi.
Les meir...
 
Føroyingar umborð á Logos Hope
Fríggjadag, 16. juli 2010 20:13
Í løtuni eru fýra føroyingar og ein danskari umborð á Logos Hope.

Anna & Símun Pætur á Torkilsheyggi, Jósef Jacobsen, Absalon Absalonsen, Glenn Vejlø (Danmark)

Felagsmynd_2Felagsmynd_27Felagsmynd_18
 
OM heldur á við arbeiðinum á Haiti
Fríggjadag, 16. juli 2010 19:57
hopd1184521.06.2010

OM í Karibia heldur áfram at virka í millum jarðskjálvtarakta fólkið í Haiti. Fleiri barnaheim fáa framhaldandi mat og aðrar neyðsynjar vørur frá tí lokala toyminum. OM í Karibia hevur eisini hjálpt til við stórum umvælingum av barnaheimunum síðani jarðskjálvtan.
Tilgongdin at endurbyggja lív, hús og alt tað, sum fórst í jarðskjálvtanum, er eitt langtíðar- og áhaldandi krevjandi arbeiði! Saman við teimum trúgvandi á Haiti, roynir OM Karibia at hjálpa til í hesum arbeiði. 
Les meir...
 
<< Byrjan < Aftur 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Fram > Endi >>

Page 1 av 11
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri