Hvat gera vit?
Í øllum heimspørtum og á øllum heimshøvum (við tveimum skipum) strembar OM eftir at vísa og kunngera kærleika Guds. OM liðini royna at laga seg til staðbundnu mentanina og støðuna, fyri á besta hátt at kunngera Jesus.
Ígjøgnum skrivaða orðið, skapandi og fjøltáttaða list, vinabond, bíbliutímar, sjón- og kassettubond, brævskeið, neyðhjálpar- og menningararbeiði og nógv, nógv meir - á allan gjørligan hátt siga vit fólki frá, hvussu lív okkara eru broytt, og hvussu tey eisini kunnu møta Jesusi.
Allastaðni har tað er møguligt, arbeiðir OM saman við staðbundnu samkomuni/kirkjuni, har vit eggja og stuðla teimum trúgvandi á staðnum. Har, sum eingin kirkja ella samkoma er - har royna vit at planta hesar.
|
Fleiri enn 5.500 fólk, frá yvir 95 londum, sum arbeiða í yvir 110 londum, tæna við OM fyri at fáa boðskapin um vón til heimsins íbúgvar.
Vit hava eitt til felags - vit elska Jesus og ynskja, at onnur skulu fáa møguleika at hoyra um Hann.
|
|
OM virkar í fleiri enn 110 londum, har vit eggja og hjálpa menniskjum at boða kærleika Guds til menniskju kring allan heimin. OM strembar eftir at styrkja kirkjur og samkomur, serliga í økjum, har Kristus er minst kendur.
|
|
- At kenna og dýrmeta Gud
- At liva undirgivin Guds orði
- At vera menniskju full av náði og rættferð
- At tæna við offurvilja
- At elska og virðismeta menniskju
- At evangelisera heimin
- At avspegla fjølbroytni likams Kristusar
- At biðja fyri heiminum
- At eggja kirkjum/samkomum
|
|
- Vit trúgva, at Skriftin, bæði gamla og nýggja testamentið, í uppruna tekstinum, eru fult íblást av Heilaga Andanum, uttan feil, og er endaligi autoritetur samkomunar
- Vit trúgva, at tað er ein Gud, æviga til staðar í trimum persónum, Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin
- Vit trúgva á fullkomna gudómleika og fullkomna menniskjaleika Harra okkara Jesu Krist. Vit trúgva, at Hann varð føddur av moyggj, livdi syndafrítt, gjørdi av sonnum undurverk, Hansara sigrandi deyða, Hansara likamligu uppreisn og Hansara núverandi fyribiðjandi verk í himli – millummmaður millum Gud og menniskju.
- Vit trúgva á persón- og guddómleika Heilaga Andans. Vit trúgva, at Hann gevur lív, Hann heilager, Hann uggar og gevur styrki til øll trúgvandi.
- Vit trúgva, at menniskjað í upphavi var skapt syndafrítt. Freistað av Satan, fall menniskjað og fekk harvið alla mannaættina fordømda, æviga atskilda frá Gudi.
- Vit trúgva, at menniskju verða frelst við umvending og trúgv á fullgjørda verk Kristusar. Rættvísgjørd av náði eina.
- Vit trúgva, at Samkoman er likam Jesu Krists, samansett av øllum sonnum trúgvandi. Verk Samkomunar er at tilbiðja Gud, heilagering hinna heilagra og at evangelisera heimin.
- Vit trúgva á persón- og likamligu komu Harra okkara Jesu Krists at fullføra frelsu okkara og stovnseta Hansara dýrdar Ríki
|
|
|