Um OM
Operatión Mobilisatión hevur sínar røtur heilt aftur til bønirnar hjá eini amerikanskari húsmóðir. Í 1950'unum byrjaði Dorothea Clapp trúfast at biðja fyri teimum lesandi í framhaldsskúlanum, har hon búði.

Hon bað Gud brúka lívini hjá hesum ungu menniskjunum, til signing fyri allan heimin. Og Gud svaraði hennara bønum!

Mrs Clapp gav eitt Jóhannesar Evangelium til ein av næmingunum, sum seinni gav sítt lív til Harran á einum Billy Graham møti. Tann ungi maðurin var George Verwer, sum stovnaði og var høvuðsleiðari í OM í nógv ár.

George og tveir vinir byrjaðu at møtast til regluligar bønarløtur. Teir vóru tyngdir av andaliga tørvinum í Meksiko. Í 1957 vóru teir tríggir vinir, sum seldu nakað av sínum ognum fyri at fáa pening til vega og brúktu sína summarfrítíð til at býta út Jóhannesar Evangeliir og annan kristnan lesnað í Meksiko. Hesir vinirnir fóru avstað aftur árið eftir og aftur árið eftir.

Tá teir høvdu fingið sína útbúgving í 1960, ferðaðust George og vinir hansara til Europa. Teir byrjaðu at virka í Spania, har teir lutaðu gleðiboðskapin og býttu út lesnað. Men arbeiðið at náa restina av Europa tyktist so stórt.

George og lítla liðið hjá honum kendu, at Guds ætlan var at eggja samkomuni at náa allan heimin. Sum tey byrjaðu at luta sína visión, vóru tað  kristin í hundrað tali, ið reageraðu. Hetta var byrjanin til Operatión Mobilisatión.

Í 1963 høvdu 2000 trúgvandi teknað seg til summarlið í Europa. Sama árið fóru fyrstu "árs-liðini" til India og har um vegir og til muslimska heimin. Tey løgdu seg eftir at náa tey, ið ongantíð høvdu hoyrt gleðiboðskapin.

Slíkar einfaldar byrjanir hava myndað OM til hendan dag. Í dag eru yvir 5500 fólk við OM, sum arbeiða í yvir 110 londum, har tey boða óbroytandi sannleika Guds til bókstaviliga milliónir hvørt ár.
 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri