doulos-header2



Søgan

MV Doulos, sum er bygt í 1914, er heimsins elsta ferðamannaskip, sum siglir á heimshøvunum.
Ígjøgnum sína longu virkisleið hevur skipið siglt undir fýra eyðkendum nøvnum: Medina, Rone, FranceC og Doulos. Tað hevur verið brúkt til fýra ógvuliga ymiskar uppgávur: Frakt av góðsi, flutning av tilflytarum, sum Cruise skip og til síðani, sum enn, í tænastuni at veita Kunnskap, Hjálp og Vón til íbúgvar heimsins. Gjøgnum "lívstíð" sína hevur skipið tvær ferðir verið gjøgnum umfatandi umbygging og uppgradering og tvær ferðir fingið nýggja høvuðsmaskinu. Skipið hevur verið skrásett í USA, Panama, Italia og á Malta.

Skipanøvn
●    Medina: Navnið á eini á í Texas í USA. Systurskipið "The Neches" bar eisini navnið av einari á.
●    Roma: Hetta navnið varð valt, tí at skipið førdi pílagrímar til Róm í 1950, tað rómversk katólska halgi árið.
●    Franca C: Sum øll skipini í "Costa flotanum" fekk skipið navn eftir einum úr Costa familjuni.
●    Doulos: Eitt griskt orð, ið merkir tænari ella trælur. Tey sjálvbodnu umborð á Doulos ynskja at tæna Gudi og teimum tjóðunum tey vitja.

MEDINA

Bygt í 1914 av  "Newport News Shipbuilding and Drydock Company" fyri "the Mallory Steamship Company" (USA). Skipið bleiv tikið í brúk 22. august sama árið. Systurskipið, "Neches" var eisini liðugt í 1914. Tó, hetta skipið fekk eina stutta lívssøgu, tá tað sakk eftir ein samanstoyt útfyri strondina av Devon í Onglandi í 1918. Medina sigldi við einari ferð á 14 míl og bleiv í blaðnum "International MArine Engineering" í septembur 1914 søgd at vera eitt hitt mest framkomna og størsta skipið sum sigldi í Atlantarhavinum. Medina bleiv nýtt í hernaðartænastu, framvið vesturstrond Amerika, gjøgnum annan heimsbardaga, av amerikanska herðflotanum.

 

ROMA

Í 1948 keypti eitt felag úr Panama "Naviera San Miguel SA" skipið. Árið eftir fekk tað navnið Roma og varð bygt um til ferðamannaskip við kahúttum til 287 fólk og cuchettum til onnur 694 fólk. Árið 1950 var Rómverks Katólska halgiárið, tá bleiv skipið brúkt til at føra pílagrímar til Róm og aftanná at føra tilflytarar til Australia. Hendan seinna uppgávan vardi ikki leingi og skipið bleiv sett á sølulistan.

FRANCA C

Í 1952 bleiv skipið selt til "Giacomo fu Andrea" (Linea Costa) og navngivið Franca C. Uppruna damp-maskinan varð útskift við eina dupult drivnað diesel maskinu. Fyrst sigldi skipið millum Italia og Argentina við fyrsta og triðja klassa ferðafólki, við plássi fyri meir enn 900 fólkum. Í 1959 bleiv Franca C umbygd til ein fyrsta floks luksus linara. Skipið sigldi fyri tað mesta Cruise ferðir í Miðarahavinum við hendinga ferðum til Svartahavið. Seinni var skipið við til at byrja Cruise mentanina út frá Miami. Hetta tíðarskeiðið bleiv ein tídningarmikil broyting gjørd (í 1970), tá skipið aftur fekk nýggja høvuðsmaskinu, eina Fiat Diesel.

 

The newly purchased DOULOS in Genoa.

Franca C bleiv boðin til sølu í 1977. Hugt varð eftir skipinum og 4. novembur 1977 bleiv ein keyps-sáttmáli undirskrivaður og skipið fekk navnið Doulos. Áðrenn Doulos byrjaði sína tænastu, var nakað av viðlíkahaldi tiltrongt. Broytingar fevndu m.a. um at taka burtur svimjihylin og at konstruera eina yvirdekkaða bókasølu á sama dekki. Skipið bleiv siglt til Bremen í Týsklandi fyri at gerast klárt til sína nýggju tænastu, sum síðani byrjaði 3. juni í 1978, tá skipið sigldi úr Bremen.

 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri