|

Søgan Logos Hope varð bygt í Rendsburg í Týsklandi í 1973, sum eitt ferðamannaskip, á skipasmiðjuni Lion Ferry AB og fekk navnið Gustav Vasa. Rutan var millum Malmö í Svøríki og Travemünde í Týsklandi í 10 ár. Skipið hevur siglt fleiri rutur, eisini millum Rønne í Danmark og Trelleborg í Svøríki. Í apríl 1983 keypti Smyril Line í Føroyum skipið, og gav skipinum navnið Norröna. Rutan var millum Tórshavn, Lerwick, Bergen, Hanstholm og Seyðisfjörð. Tá Smyril Line keypti nýggju Norrönu í 2003, varð 'gamla' Norröna sett til sølu. Eftir nógvum práti, kanningum og bøn keypti OM skipið. Hetta var í mars mánaða í 2004.
Eftir at skipið bleiv keypt, lá tað m.a. í Keypmannahavn í Danmark, í Valletta á Malta, í Trogir í Kroatia, í Kiel í Týsklandi, í Landskrona í Svøríki og til síðst í Køge, aftur í Danmark.
Skipið fór í sigling/tænastu 19 februar 2009, tá lagt var frá landið í Køge, við kós móti Gøteborg í Svøríki.
Søgan hjá Logos Hope er so gott sum akkurát byrjað; men spennandi verður at fylgja við, hvat framtíðin hevur at bjóða...
|