TeenStreet legan
TeenStreet legan

Ert tú millum 13 og 18 ár? Vilt tú hava eitt nærri samband við Jesus? So ert TÚ vælkomin á TeenStreet! Har plaga at verða um 4000 ung og leiðarar úr yvir 25 londum!

Hvat tú kanst vænta:
-    tú hevur møgulleikan at møta ungum úr øllum heiminum
-    har verða spennandi bíbliutímar
-    tú finnur møguliga tín áhuga
-    tú kanst verða kreativur í workshops
-    tónleikur, tónleikur og meir tónleikur
-    ítróttur
-    slappa av á TeenStreet café
-    frítíð
-    … og nógv meir!

Á TeenStreet eru smáir bólkar av ungum. Tú verður saman við umleið fimm øðrum ungum úr Føroyum og einum leiðara – tað eru bólkar fyri dreingir og bólkar fyri gentur. Í bólkunum eru tit saman og biðja, lesa bíbliuna og spyrja spurningar. Tú kanst eisini luttaka í ítróttarkappingum, verða á TeenStreet café og nógv annað.

Tú kanst eisini læra onnur mál at kenna! Tú kanst m.a. tosa við ung úr Týsklandi, Frankaríki, Spania og Korea – men møtini eru tó á enskum, og verða tolkað til ymisk mál – eisini føroyskt! (tú kanst lána headsett til hetta endamálið)

Kom endiliga á TeenStreet!

 

UNDIRVÍSING

undirvising.jpgUndirvísingin er altíð eggjandi. Lagt verður upp til at tannáringar og somuleiðis leiðarar, skulu taka avgerðir, vaksa og fara heimaftur við meir, enn teir komu við.

Hóast TeenStreet er í Týsklandi, er høvuðsmálið enskt. Øll møtini, seminarir o.a. eru á enskum. Møtini verða tulkað, og um tú fært tær eitt headsett, kannst tú hoyra alt á Føroyskum. So av málsligum áðum, skuldi ikki verið neyðugt at setst aftur.

Navnið TeenStreet kann umsetast til Vegur Tannáringanna. Hetta ein lega, sum er ætla tannáringum til uppbygging, har ein vil vísa teim ungu á vegin, sum tey eiga at ganga. Endamálið er at hjálpa tannáringum at liva ein glaðan og viðkomandi kristindóm, at vaksa í teirra persónliga vinarlagi við Jesus og avspegla hetta vinarlag í gerandisdegnum. Á leguni eru nógv teenage-rættaði tiltøk, seminar og góð undirvísing. Eisini er ein fjølbroytt seinnaparts- og kvøldarskrá, har m.a. ber til at fara á eitt hav av aktivitetum so sum ítrótt, tónleik, list, matgerð, drama o.s.fr.
 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri