| Um TeenStreet |
|
Tað var fyrst í 90’unum at nakrir trúboðarar hjá OM felags-skapinum sóu ein vaksandi tørv hjá trúboðara børnum at hava eitt uppbyggjandi tiltak at koma saman til, og soleiðis byrjaði TeenStreet. Legan vaks skjótt, og frá at vera ein stevna fyri trúboðara børn eina, so er tað í dag ein møguleiki hjá øllum trúgvandi ungum kring allan heim at koma til leguna. Í eini 10 ár vóru hesar legurnar einans hildnar í Týsklandi, men nú eru tær eisini í londum so sum Tjekkia, Brasil, India, Suður Afrika og ørðum við. Tað var í 1999 at fyrstu føroyingarnir fóru til Týrklands á hesa leguna. Hetta var nakað ókent tá, og vóru tað einans 15, sum fóru tað árið. Men legan var sera væl umtókt, og var hetta við til, at tað støðugt legðist afturat luttakara skarðanum, og í fjørð vóru heili 130 føroyingar tilsamans á TS. Tá er talan bæði um tannáringar, leiðarar og hjálparfólk av ymsum slagi. |
TeenStreet
![]() |
Tíðindi Tíðindi o.a. frá OM Føroyar |
| Logos Hope Les um skipið. Tilmeldingar o.a. |
|
| TeenStreet Les um TeenStreet |

