Stuðul

Fíggjarligur stuðul
Fíggjarligur stuðul til OM kann latast á konto hjá OM Føroyum, í Eik, konto nr. 9181-426.219.2.
Um stuðulin er til eitt ávíst arbeiði ella ein ávísan persón, mást tú minnast til at viðmerkja, hvørjum tú ynskir at stuðla!

Eru ivamál hesum viðvíkjandi, ert tú vælkomin at spyrja teg fyri hjá onkrum av OM umboðunum.


Bøn

Bønarstuðul er eins umráðandi og fíggjarstuðul. Í tí sambandi eru vit farin undir aftur blaðútgávu.


Sendiboðið og bønarløtan

Vit vóru spurd um at skriva nakrar síður til sendiboðið og tí tóku vit av. Vónandi taka tit eisini væl ímóti hesi blaðútgávuni og verður hon til signing fyri bæði okkum, sum heima eru og ikki minst fyri tey, ið eru úti á akrinum.

OM hevur eisini regluliga ein teig við bønarevnum í mánaðarligu Bønarløtuni, sum KBS gevur út.

Tey flestu, ið eru úti við OM, skriva eisini av og á bønarbrøv, so væl skuldi ligið fyri at fylgt við og stuðla verkinum í bøn.

 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri