| Global Challenge |
Tað er eitt hav av møguleikum innan stutttíðarmissión hjá OM. Vit vilja her í stuttum greiða frá nøkrum tilboðum sum OM bjóðar fram í 2010. Um okkurt av hesum hevur tín áhuga, so vilja vit fegin leiðbeina víðari. Kundi tú hugsa tær at fara í onkra stutttíðarmissión, men fanst ikki akkurát tað tú leitaði eftir, so ring til okkum og vit vilja fegin fortelja tær um onnur tilboð sum eru í 2010.Heinta faldara um Global Challenge 2010 her. Transform 2010: er eitt sera spennandi summartiltak sum OM bjóðar fram í 2010, við Miðalhavið. 450 milliónir menniskjur búgva í teimum 21 nýtímans londunum rundan um Miðalhavið. Tær kristnu røturnar eru sterkar har, men tó er tað fá sum kenna Jesus. Tað er ikki á hvørjum árið at eitt slíkt summartiltak er, so um tú heldur hetta ljóðar spennandi, skalt tú helst leypa avstað í ár. Aldurs-markið er 18+, men tey flestu sum koma á eina slíka stevnu, eru í aldrinum 18-30 ár. Roknað verður við, at eitt stað ímillum 500 og 800 fólk koma til Transform 2010. Tiltakið byrjar við eini venjingarstervnu í Rom í Italia. Í 5 dagar verður undirvísing, tilbiðjan og venjing, soleiðis at tey kunnu blíva klár at tæna menniskjunum í hesum londum rundan um Miðalhavið. Stevnan í Rom er í døgunum 19. – 23. Juli. Aftaná hesar 5 dagarnar, verður so farið til tað landið, sum ein hevur valt til outreach land. Og har eru nógvir møguleikar, ein møguleiki, er at verða í Italia, tað er nokk tann bíligasta loysnin, men so eru tað lond sum Grikkaland, Frankaríki, Kosovo, Bosnia Herzogovina, Albania, Malta, Tunesia, Portugal, Ísrael, Turkaland osv. Tað er eitt sindur ymiskt hvussu long outreachini eru, men tað liggur ímillum 1 viku og 6 vikur. Vit vilja heilt klárt eggja ungum, sum hava verið á TeenStreet, og nú vilja nakað meira, at fara á Transform 2010. Eisini fyri tykkum sum eru leys, og eru farin nøkur ár uppum TeenStreet aldur – er hetta eitt sera spennandi tiltak. Teir 5 dagarnar í Rom verður búð á Hotel Selene, sum liggur í útkantinum av Rom. Kostnaðurin er umleið kr. XXXX (Prísurin er ávegis) fyri upphaldið í Rom. Harafturat kemur ferðakostnaðurin til Italia. Kostnaðurin fyri upphaldið á Outreach er frá umleið kr. 1875 (prísurin broytist, alt eftir hvussu leingi ein er á Outreach), og harafturat kemur eisini ferðakosnaðurin til landið ein velur til Outreach. Les meira á www.transform.om.org Out of the Comfort Zone Asia, er eitt tiltak sum líkist Transform 2010, men verður hildið í EysturAsia. Tað búgva 2 milliardir menniskju í Eystur Asia og tey flestu hava ongantíð hoyrt um Jesus. Out of the Comfort Zone byrjar í Malaysia við einari 5 daga venjingar legu. Síðani verður farið út at evangelisera í 10-17 dagar, og har kann ein velja ímillum nógv ymisk lond í Asia –so sum Japan, Taiwan, Fillipininar, Malaysia, Cambodja og onnur lond. Out of the Comfort Zone byrjar 10. Juli og er so 2-3 vikur fram, alt eftir hvørjum landi tú ert í, tí programmini eru ikki líka long í teimum ymisku londunum. Tilmeldingarfreistin er 31. Mai. Brasil: Í Brasil hevur OM eitt tiltak sum tey kalla “Do Something Now”. Her náða tey út til gøtubørn, fátøk fólk og heimleys, við at evangelisera við drama, tónleiki, list, ítrótti o.ø. Arbeitt verður saman við einari lokalari samkomu. Tiltakið byrjar 22. Juli og endar 31. Juli, tvs. 10 dagar. Uppihaldið kostar umleið 2800 krónur + ferðakostnað og annað sum møguliga kann koma afturat. Russland: Her hevur OM eitt sera áhugavert tiltak. Tað byrjar 2. August og er til 16. august – tvs. í 14 dagar. Tiltakið er býtt upp soleiðis, at fyrst eru tey tveir dagar á tí nýggja “lærisveina sentrinum” hjá OM Russland til eina “mini” stevnu við bíbliuundirvísing, tilbiðjan, eitt sindur av mál kunnleika, “team building”, kunnleika um landið, og planlegging av outreach. Aftaná hesar tveir dagarnar, verður ferðast við toki í 12 tímar til býin Rubsovsk, har verða tey í fimm dagar og arbeiða saman við einari lokalari samkomu. Har verða útimøtir, arbeiði millum stoffmisbrúkarar og arbeiði millum børn og tannáringar. Síðani verður ferðast til eina bygd í Sibirien har ætlanin er at hava eina fimm daga bíbliu legu fyri kikjufremmand børn. Hetta verður gjørt ígjøgnum ítrótt, spøl, bíbliuundirvísing, og uppá nógvar ymiskar stutligar mátar. Síðani verður ferðast aftur til Novosibirsk til “sightseeing” tann síðsta dagin. Prísur umleið 2800 krónur + ferðing. Chile: Í Chile skipar OM fyri einum ørðvísi tiltaki. Kanska fyrst og fremst tí at tað er fyri fólk sum eru 50 ár og eldri. Fólk sum hava góða heilsu, eru liðug at uppala síni børn og hava nógvar gávur og lívsroyndir at deila út av. Hetta er til fólk sum eru villig til at bróta upp úr nýggjum, og finna nýggjar møguleikar at tæna Harranum. Tiltakið ber heitið: “Chile Next Adventure” , og er ein spennandi ferð ígjøgnum Chile, har tey væntandi síggja nógvar ymiskar misisións møguleikar. Eisini verður vitjað í nøkrum av teimum vakrastu plássunum í landinum. Tað inniheldur eisini eitt spennandi seminar og bíbliu undirvísing, har eisini verður hugt eftir nýggjum andaligum gávum, og eftir Guds kalli til næsta stig í lívinum. Eitt sera spennandi tiltak fyri fólk sum eru vorðin leys og vilja uppliva nakað nýtt. “Chile Next Adventure” er í døgunum frá 23. Oktober til 13 november tvs. í tríggjar vikur. Kostnaðurin er Kr. 14.000 + ferðing til Chile. TeenStreet: Er ein ungdómslega fyri trúgvandi tannáringar, sum verður í Týsklandi, í ár verður TeenStreet í Oldenburg. Legan er fyri tey sum eru 13-18 ár. Aldursmarkið fyri at hjálpa til er eisini 18 ár, tó er tað nøkur øki sum krevja 21 ára aldursmark, so sum liðleiðarar og security. Far inn á www.teenstreet.fo og hygg undir “hjálparfólk”, har síggjast øll økini, har brúk er fyri hjálparfólki. Onnur tiltøk sum OM skipar fyri : Moldova – har verður farið fleiri ferðir um árið, og arbeitt verður millum gøtubørn, á barnaheimun osv. Rumenia – Missión og motión í einum. Farið verður á súklu runt til bygdir í Rumenia at boða gleðiboðskapin. VM í SuðurAfrika - í døgunum 07.06 – 12.07.2010 Veljast kann ímillum trý ymisk dato í nevnda tíðarskeiði. Arbeitt verður við evangelisering útfrá eini lokalari samkomu. London – Turning Point. Á Turning Point verður arbeitt ímillum muslimar í London umráðnum.. Ymisk dato og ymiskir prísir. OM hevur nógv fleiri tilboð sum ikki eru nevnd her, so um einki av hesum hevur tín áhuga – so ring til okkum ella send teldupost, so finna vit heilt vist, okkurt sum passar til tín. Hevur harafturímóti okkurt av hesum vakt tín áhuga, so vilja vit eisini fegin hoyra frá tær. Vit eru at hitta her: Karl Robert Vang – Tlf. 217551 – This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it Anita Tausen – Tlf. 597842 – This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it Ert tú yngri enn 18 ár, kanst tú fara inn á www.teenstreet.fo og finna útav, hvørjar møguleikar tú hevur til m.a. at fara á TiM |
Um OM
![]() |
Tíðindi Tíðindi o.a. frá OM Føroyar |
| Logos Hope Les um skipið. Tilmeldingar o.a. |
|
| TeenStreet Les um TeenStreet |
Tað er eitt hav av møguleikum innan stutttíðarmissión hjá OM. Vit vilja her í stuttum greiða frá nøkrum tilboðum sum OM bjóðar fram í 2010. Um okkurt av hesum hevur tín áhuga, so vilja vit fegin leiðbeina víðari. Kundi tú hugsa tær at fara í onkra stutttíðarmissión, men fanst ikki akkurát tað tú leitaði eftir, so ring til okkum og vit vilja fegin fortelja tær um onnur tilboð sum eru í 2010.
