Lívið umborð
Hvat ger ein umborð og hvussu er at vera umborð

Hvør sleppur við? Fyrst av øllum skal sigast um hesi skipini, at hetta eru missiónsskip, og høvuðstreytin fyri at sleppa við er, eins og við øllum hinum OM tiltøkunum, at tú ert komin til persónliga trúgv á Harran Jesus, og at tú ynskir at tæna Honum. Síðani eru nøkur heilsukrøv o.s.fr. sum tey flestu uppfylla.

Hvat ger ein umborð? Hetta eru sum sagt missiónskip, men tað vil tó ikki siga at tú evangeliserar ella heldur møtir allan dagin. Umborð á skipunum hava øll hvør sítt arbeiði, uml. 8 tímar um dagin, fimm dagar um vikuna. Arbeiðið kann fevna um at vera dekkari, maskinmaður, gera mat, vaska upp, vaska klæðir, selja bøkur, ansa børn o.s.fr. So hava øll ein "E-day" tað vil siga ein dag til at evangelisera ella halda møtir, vitja skúlar, fangahús, barnaheim, býta lesnað út, vera við í onkrum tiltaki umborð og so framvegis.... So til síðst hava øll eisini ein frídag um vikuna, har ein ger sum ein sjálvur vil....... Okkurt dømi kann kanska vera at skriva brøv, fara ein túr á strondina, fara í býin, hjálpa til umborð, sova ella kanska dykka...? Tey, ið eru við skipunum í tvey ár, plaga at sleppa minst tvær ferðir á eitt vit kalla A-team. Tá verður farið av skipinum og inn í junglina, ella inn í ein bý ella onkra aðrastaðni at hjálpa eini samkomu ella kristnum felagskapi.

Ein typiskur dagur umborð: Ein vanligur dagur byrjar við morgunmati og síðani felags andakt. So verður arbeitt (við matarsteðgum!) til ein hevur frí. Men onkur morgun kann vera øðrvísi, t.d. kann ein morgun vera settur av til "country-groups". Hetta hevur einki við country tónleik at gera, men her kemur ein saman við fólki úr eins egna landi til prát, hugnað og bøn. Og ein annar morgun kann vera settur av til "familju-bólkar". Tað eru bólkar, ið møtast eina ferð um vikuna, bæði til gaman og álvara. Um kvøldið hava tey flestu frí, men onkur má sjálvandi arbeiða til tíðir. Eitt kvøld um vikuna er vanliga sett av til sjálvstøðuga bíbliugranskan og eitt til felags bønamøti.

Hvussu tekni eg meg? Tekningingarseðlar kunnu printast her av heimasíðuni, á slóðini tilmeldingarbløð og síðani sendast inn. Um tú ikki fært tikið tekningarseðilin niður av netinum kanst tú seta teg í samband við okkum og vit senda tær ein við postinum. Tá tekningarseðilin so er komin til okkara, avtala vit eina tíð vit teg, til eitt lítla samtalu.

Hvar kann eg fáa okkurt tilfar um skipini ella spyrja meir um hetta?
Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú ynskir ein faldara ella eina fløgu um skipini ella um tú ynskir at spyrja um eitt hvørt.

Skriva til OM Føroyar Postsmogu 3221, Fo-110 Tórshavn ella This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri