|
Brúka vælmyndina 'Skipini' høgrumegin, fyri at lesa meir um Logos Hope --> Sí skrá fyri vitjanina hjá Logos Hope í Føroyum her. Logos HopeLogos Hope, sum siglir undir føroyskum flaggi og er skrásett í Tórshavn, er nærum tvær ferðir størri, enn nakað annað OM skip, og byrjaði í tænastuni sum OM skip í februar 2009, eftir eina umfatandi og drúgva umbygging. Ynski er, at Logos Hope skal veita betri dygd til manningina og starvsfólkið, umframt fleiri møguleikar fyri missión og tiltøkum fyri gestirnar. Umbygda skipið, frá einum vanligum ferðamannaskipi (Norrøna) til OM tænastuskip, gevur møguleika at hava eini 1.000 vitjandi, nær og hvar sum helst, umframt einar 700 gestir í Hope Theatre og Logos Lounge. Til manning og starvsfólk eru ný-ístandgjørd kømur, við seingjaplássum til næstan 500 fólk á skipinum, umframt messa, matarhøll, uppihaldsrúm o.s.fr. |
Skipini
![]() |
Tíðindi Tíðindi o.a. frá OM Føroyar |
| Logos Hope Les um skipið. Tilmeldingar o.a. |
|
| TeenStreet Les um TeenStreet |


