OM Føroyar

Longu  seinast í sekstiárunum, vóru fyrstu føroyingarnir við OM og síðani tá hava fleiri 100 verið, í styttri ella longri tíðarskeið. Fyrstu føroyingarnir, sum vóru við í langtíðartænastu við OM, vóru Tummas Jacobsen úr Søldafirði (nú Vatnsoyrar), hann var við Logos, og Eirikur Gunnarson úr Tórshavn (nú Kollafirði), sum bæði arbeiddi í landi og var við Logos. Hetta var í 1969.

Tað var ikki fyrr enn eftir, at Logos (gamli Umanak) hevði vitjað oyggjarnar í 1983, at OM fekk beinleiðis umboð í Føroyum.

OM Føroyar kom undir ábyrgdarøkið hjá OM Danmark í 1985.

Fyrstu OM umboðini í Føroyum vóru Gidda og Jørleif Vang.

Jørleif byrjaði longu í 1982 at fyrireika Føroya ferðina hjá fyrsta OM skipinum, Logos, ið kom til Føroya í 1983.

Gidda og Jørleif vóru m.a. fleiri ferðir á summarstevnum sum t.d. Love Europe við ungum føroyingum, góvu út blaðið OM Tíðindi, vóru bindilið millum OM úti í heimi og føroyingar, sum ætlaðu sær við OM o.s.fr. Tey seinnu árini høvdu tey eisini onnur fólk aftrat sær.

Í 2004 lótu tey skútuna yvir til eitt yngri ættarlið. Tey, sum tá tóku yvir, høvdu øll tænt rúma tíð umborð á Doulos.

Tíðirnar broytast og tørvurin broytist, so í dag eru vit 7 fólk við ymsum uppgávum, tengd at OM Føroyum. (Umframt at vit hava fleiri fólk aftrat okkum til ymsar uppgávur, so sum grafiskt design, heimasíðu umsiting, umsetingararbeiði, rættlestur o.a.)

Gjøgnum árini hava fleiri hundrað føroyingar verið við OM, antin í einum av londunum, har OM arbeiðir, við einum av OM skipunum, Love Europe ella á Teenstreet.

Av teimum, sum gjøgnum árini hava verið við OM Føroyum og OM Danmark, er nógv tann størsti parturin føroyingar. Tað var tí nokkso passandi og stuttligt, tá nýggjur landsleiðari varð settur í OM Danmark í 2007, at tað var Andrew Berghamar, sum fekk starvið. Andrew er uppvaksin í Danmark, men er hálvur føroyingur og hálvur onglendingur.

OM Føroyar virkar eftir teimum virðum og málsetningum, sum OM altjóða virkar eftir, men arbeiðir í høvuðsheitum fyri at geva føroyingum møguleika at luttaka í trúboðaravirksemi í øðrum londum og stuðla trúboðaravirksemi bæði í bøn og fíggjarliga. Eisini eru vit eitt bindilið millum heimsumfatandi OM felagskapin og einstaka føroyingin.

 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri