Jóna Gunnarson aftur til Chile
Hósdag, 22. juli 2010 14:56
jonaJóna var heilt ung, tá ið henni gjørdist greitt, at hon ikki fór at verða búgvandi í Føroyum, men at hon antin fór at gerast trúboðari ella arbeiða á barna- heimi onkustaðni uttanlands. Sum árini gingu, gjørdist hon alt meiri sannførd um tað.
Meðan hon gekk á studentaskúlanum í Hoydølum annað árið, las hon í OM-blaðnum um eitt programm í Chile. Hon var ikki liðug at lesa greinina, fyrrenn hon gjørdist sannførd um, at hesum skuldi hon luttaka í, og í august 2009 - tveir mánaðir eftir, at hon hevði fingið studentsprógv - fór hon avstað.
Luttakararnir á programminum verða væl brynjaðir at fara út í missión. Um morgunin fingu tey ymiska undirvísing, millum annað bíbliugransking. Tey lærdu um ymiskar religiónir, leiðslu, at tala, samband við onnur, lívskós og evangelisering. Tey fingu hjálp til at vaksa andaliga og lata Gud grøða ymisk sár, men eisini til at kunna hjálpa øðrum. Tey, ið undirvístu, vóru øll knýtt at OM, bæði í Chile og aðrastaðni.
Jónu dámdi sera væl bíbliuundirvísingina. Hon lærdi nógv um, hvør Gud er, og hvørji vit eru í Gudi.
Eg eigi ikki mítt lív
”Áðrenn programmið byrjaði, sá eg tað, sum at eg nú fór at geva Gudi eitt ár. Men nú síggi eg, at eg eigi als ikki mítt lív. Mítt lív er ætlað at liva fyri Gud,” sigur Jóna.
Seinnapartarnar vóru tey við í ymiskum praktiskum arbeiði. Tey tóku sær m.a. av børnum á barnaheimum, heimleysum og skøkjum. Tey vitjaðu samkomur ella lut- tóku í ymiskum saman við teimum trúgvandi har.
Jóna var við í tveimum tænastum. Onnur var at vera um dreingirnar á einum barnaheimi, har bara tvey starvsfólk vóru til tey umleið 60 børnini. Hin tænastan var at hjálpa heimleysum. Jóna lærdi at arbeiða við fólki, sum eru misbrúkt og brotin.
Programmið vardi í níggju mánaðir. Luttakararnir vóru 18-30 ára gamlir og úr níggju ymiskum londum.
27. februar 2010 var jarðskálvti í økinum, har hon búði. Eftir jarðskjálvan vóru luttakararnir við í hjálp- ararbeiðinum, har tey býttu út mat, vatn og klæði. Harumframt vóru tey við til at byggja hús upp aftur, sum vóru illa farin av jarðskjálvtanum.

Skal leiða arbeiðið millum heimleys

Í september 2010 fer Jóna avstað aftur til Chile, fyribils í tvey ár. Hon skal saman við tveimum frá Youth with a Mission vera leiðari fyri arbeiðinum millum heimleys. Tey fara eisini at royna at útvega teimum heimleysu hús at búgva í.
Harumframt verður Jóna leiðari fyri arbeiðið millum dreingirnar á barnaheiminum, har hon hevur vitjað. Hon skal serliga royna at fáa chilenarar at vera við í arbeiðinum, bæði á barnaheiminum og millum heim- leys.
Jóna fer framvegis at fáa bíbliufrálæru og undirvís- ing í leiðslu.
Jóna hevði verið fegin, um tit kundu biðið fyri henni og arbeiðinum, hon verður við í. Bønarevnini eru hesi:  At Gud gevur vísdóm til arbeiðið  At Gud leiðir røttu fólkini til arbeiðið
At hon fer at læra nógv hesa tíðina  At landið fær nøktandi hjálp eftir jarðskjálvtan  At Gud vísir OM-luttakarunum, hvar tey skulu hjálpa
Jóna hevur brúk fyri fíggjarligum stuðli. Tað ber til at stuðla hana við at flyta pening á kontu 9181- 4262192 og viðmerkja: Jóna Gunnarsson. Leggur Harrin tær á hjarta at stuðla hana regluliga, hevði verið gott, um tú kundi boðað henni frá, t.d. við teldu- posti á This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it .
 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri