OM heldur á við arbeiðinum á Haiti
Fríggjadag, 16. juli 2010 19:57
hopd1184521.06.2010

OM í Karibia heldur áfram at virka í millum jarðskjálvtarakta fólkið í Haiti. Fleiri barnaheim fáa framhaldandi mat og aðrar neyðsynjar vørur frá tí lokala toyminum. OM í Karibia hevur eisini hjálpt til við stórum umvælingum av barnaheimunum síðani jarðskjálvtan.
Tilgongdin at endurbyggja lív, hús og alt tað, sum fórst í jarðskjálvtanum, er eitt langtíðar- og áhaldandi krevjandi arbeiði! Saman við teimum trúgvandi á Haiti, roynir OM Karibia at hjálpa til í hesum arbeiði. 
Í hesi vikuni kemur eitt serligt ráðgevingartoymi til Haiti, sum skal venja og ráðgeva samkomu- og øðrum kristnum leiðarum. Tey, sum luttaka í hesi venjingini, verða lærd at veita jarðskjálvtarakta fólkinum sálarliga hjálp, bæði í samkomunum og aðrastaðni í teirra umhvørvi. Tað eru mong, sum líða sálarliga eftir jarðskjálvtan. Í seinastu viku hevði ein av luttakarunum í toyminum møguleika at vitna fyri og hjálpa fleiri ungum gentum, sum stríddust andaliga, tí tær høvdu mist onkran av teirra kæru í jarðskjálvtanum. Missurin og saknurin er ovurstórur, men stóri Gud okkara lekir og hjálpir gjøgnum fólk sítt.
Prísi Gudi fyri ta stóru ávirkan tað hevur havt, at vísa JESUS-Filmin og aðrar kristnar filmar fyri fólkinum á Haiti. Mitt í stríðnum við at byggja alt uppaftur, hava filmarnir hjálpt til at leiða tankarnar burtur frá jarðskjálvtanum, og havt sera ja-liga og stóra ávirkan á fólkið. Og  fleiri, serliga børn, eru komin til trúgv á Harran gjøgnum filmarnar! Eftir eina filmsýning seinasta fríggjadag, komu tveir dreingir, Bazelais (11) og Wenley (5) og vildu tosa við Pastor Marc, tí teir sóðu, at teimum tørvaðu Jesus sum teirra frelsara.

Framtíðarætlanirnar hjá OM Karibia á Haiti, eru deildar upp í hesi fýra øki:
1.  At hjálpa fólkinum í Carrefour gjøgnum trýggjar felagskristiligar verkætlanir
2.  At virka millum sinnisveik fólk saman við tveimum samkomum í Cap Haitian
3.  At hjálpa til við at stovna eina samkomu í Thomaszeau/Santos økinum.
4.    At veita fíggjarligan stuðul til nakrar ávísar verkætlanir.
5.   
Takk fyri áhaldandi forbønir og fíggjarligu hjálpina til OM runt heimin. Vit eru sera takksom.
Gud verður ærdur og upphevjaður gjøgnum bønir tykkara.
Vinarliga,


Shellie Patterson • Communications Coordinator 
OM Caribbean
407.462.4080
 This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
www.omcaribbean.com

 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri