| Tíðindabræv frá Jósef Jacobsen |
| Fríggjadag, 18. juni 2010 11:42 |
![]() Kæru syskin í Harranum! Myndin omanfyri er tikin í Bermuda, og vísir ein part av manningini, lækni, maskinmeistarar, elektikari, stýrimaður og fíggjarleiðari. Flest øll eru takksom, fyri at Logos Hope vitjar, men ikki øll hava møguleika at vitja umborð orsakað av arbeiði, sjúku ella øðrum. Men vit umborð á Logos Hope royna at senda lið út at vitja hesi fólk. Millum annað verður vitjað á eldraheimum, avvenjingarheimum, barnaheimum og støðum, har fólk ikki hava góðar møguleikar at koma til okkum. Henda mynd er tikin í Antigua. Myndamaðurin er ein projektarbeiðari úr USA. Ofta hugsa vit ikki um at hyggja rundan um okkum og síggja vakurleikan, sum Gud hevur skapt. Litspæli av sólsetri og sólarrisi. Náttúran, djóralívið og veðrið, alt hetta hevur Gud skapt, og okkum hevur hann skapt í bílæti sínum.Tá eg tosi við lokal fólk, spyrja tey meg ofta, hvussu mær dámar at vitja staðið, har vit eru. Hetta fær meg at hugsa um ætlan og skaparverk Guds. At eg nú eri umborð á Logos Hope, og at Logos Hope vitjar her í Caribiska havinum, ja tað kann ikki annað enn vísa mær á nakað í mær sjálvum, sum eg ikki havi verið varugur við áður, og so at møta hesum fólkum og at síggja, hvussu tey hava tað her, hetta er nakað sum er sera ringt at seta orð á, men eg kann bert takka Gudi fyri at hava møtt hesum fólkum og at tey hava verið so opin og vinarlig at tosa við. Fyri stuttum var eg við í tiltakið umborð, sum HIV smittaði fólk vóru boðin til. Til hetta tiltakið vóru umleið 30 HIV smittaði fólk komin, og at endanum av hesum tiltaki bleiv spurningur givin, um tað var nakar sum ynksti at blíva frelst, og tað vóru nøkur sum góvu til kennar, at tey høvdu hetta ynski. Takkið Gudi fyri tað. Aftaná var ein løta til bøn, og nøkur okkara settu síðan tíð av at tosa við tey og fara ein rundtúr umborð saman við teimum. Bønarevnið: At biðja fyri teimum sum vóru til HIV tiltakið umborð, og sum ynksti at blíva frelst, og at tey framhaldandi vilja vera í ljósinum.At vit umborð á Logos Hope hava styrki og opið sinnið og hjarta fyri at tosa við tey vitjandi, og at vera eitt gott vitni fyri Harra og frelsara okkara. At enda vil eg takka tykkum øllum fyri forbøn og stuðul. Heilsan Jósef Jacobsen Logos Hope This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it Stuðul: 6460 – 454.524.0 |
![]() |
Tíðindi Tíðindi o.a. frá OM Føroyar |
| Logos Hope Les um skipið. Tilmeldingar o.a. |
|
| TeenStreet Les um TeenStreet |

Henda mynd er tikin í Antigua. Myndamaðurin er ein projektarbeiðari úr USA. Ofta hugsa vit ikki um at hyggja rundan um okkum og síggja vakurleikan, sum Gud hevur skapt. Litspæli av sólsetri og sólarrisi. Náttúran, djóralívið og veðrið, alt hetta hevur Gud skapt, og okkum hevur hann skapt í bílæti sínum.
Bønarevnið: At biðja fyri teimum sum vóru til HIV tiltakið umborð, og sum ynksti at blíva frelst, og at tey framhaldandi vilja vera í ljósinum.
