Tìðindabræv frá Jónu
Mikudag, 05. mai 2010 21:10
Men Hann segði við meg: "Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika." - Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær. Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur. 2. Kor. 12:9-10

j1Konferenca í Argentina. Í januar var eg til eina trúboðara-konferancu , CIMA, í Argentina. Eini 2500 latín-amerikanarar, sum eru áhugaðir í trúboðan, vóru sam-laðir. Alt fyrigekk á sponskum. Um morgunarar vóru ymisk work-shops, eg fór til ”Urban Missions”. Seinnapartarnar vóru seminar. Millum seminar-haldararnar var Bróður Yun, the Heavenly Man. Um kvøldarnar vóru møtir við øllum 2500 fólkunum. Hetta var ein sera avbjóðandi, men samstundis spennandi vika. Síðsti dagurin var øðrvísi, vit fóru øll ymsastaðni í býin at evangelisera. Eg fór við einum holdi oman í miðbýin, vit ruddaðu miðbýin og tosaðu við fólk. Eg hevði tikið 8 Bíbliur við mær, sum eg kundi geva fólki. Eg skuldi gera býti við tey, tey kundu fáa Bíbliuna frá mær, um eg fekk okkurt frá teimum. Býtið var fyri at leggja dent á, at Bíblian er ikki bara ein onnur bók, men nakað ser-ligt, nakað, sum eg brúki nógv í mínum dagligdegi. Eg fekk millum annað eitt armband frá eini gentu og eg gangi við tí enn. Vit hoyrdu um fólk, sum vóru blivin frelst. Hesin dagurin var heilt sikkurt hæddarpunktið á konferan-cuni. Vit høvdu fingið so nógva teori, og tað var gott at sleppa at brúka tað. Tað var á CIMA, at eg avgjørdi at halda fram at arbeiða við OM í Chile. Gud hevði tá arbeitt í hjarta mínum viðvíkjandi hesum í einar 2 mánaðir.

j2Á myndini eri eg saman við Hugo (maðurin) & Diego (drongurin). Teir búgva báðir á gøtuni, Hugo møtti eg fyrstu ferð í november, og síðan eru vit blivin góðir vinir. Hugo hevur sitið í fongslið fyri morð, og har møtti hann Jesusi. Hann bleiv frelstur, men hevur hóast hetta drigist nógv við skuldar-kenslu. Eg havi sæð, hvussu hann er broyttur, síðan eg møtti honum fyrstu ferð. Gud hevur nomið hann aftur. Hann hevur nú funnið sær stað at vera um náttina og kemur eisini í eina sam-komu. Haldið á at biðja fyri honum.

Jarðskjálvtin broytti arbeiði okkara í Chile Í februar mánaði fyrireikaðu vit okkum at fara suðureftir nakrar vikur í marts at arbeiða millum indianarar. Men 27. februar um náttina var harði jarðskjálv-tin í Chile. Vit komu øll væl frá jarðskjálvtanum, men landið merkti veruliga jarðskjálvtan. Vegir vóru oyðilagdir, hús brotnaðu og rapaðu, og eini 1000 fólk vórðu funnin deyð - jarðskjálvtin hevði veruliga stórar fylgir, so vit máttu broyta ætlanir. Vit høvdu nógv bønarmøtir saman, vit bóðu fyri landinum, og at Gud nú mátti geva okkum nýggjar møguleikar at hjálpa.j3 Vit máttu søkja Guds leiðslu í hesi tíð. Vikuna eftir fingu vit møguleikan at fara eitt sindur suðureftir til býin Pichelemu, har vit arbeiddu saman við YWAM at byggja hús upp aftur. Hetta vóru 10 dagar við sera hørðum arbeiði. Meðan vit vóru í Pichelemu var ein annar jarðskjálvti. Hesin kom akkurát ein dag tá vit skuldu hava vitjan frá nøkrum ríkmonnum, sum komu fyri at fíggja en-durbygging, og av tí sama vóru vit ikki í smábygdunum, har vit vanliga arbeiddu millum rapaðu húsini henda dag, tí vit vóru heima og gjørdu klárt til vitjanina. Teir eftirfylgjandi dagarnir vóru nogvir eftirskjálvtar hvønn dag. Tað sum gjørdi størst inntrykk á meg hesar dagar, var ein dagur tá vit høvdu frí seinnapartin. Eg og tveir dreingir fóru niðan á eitt fjall har nógv av fólkunum í býnum vóru flýdd niðan á. Pichelemu er ein strond býur, og tá harðir jarðskjálvtar eru, koma eisini flóðaldir, so fólk flýggja niðan á fjøll. Nógv av teimum høvdu einki, ongan mat, einki telt, og vatn var ikki at fáa á fjallinum. Vit trý vóru bara farin niðan fyri at hyggja, hvussu støðan var. Men vit fingu ein sera stóran møguleika at biðja fyri fólkið, vit bóðu fyri einari familju og vóru so leidd víðari til næstu familjuna. Hesi fólkini hungraðu eftir eini vón. Jarðskjálvtin hevði rist meiri enn hús teirra. Hann hevði eisini opnað dyrnar til hjørtu teirra.

j4Páskir í Talca Eitt sindur eftir hetta vóru páskirnar, tá fór eg saman við eini rúgvu av ungum í mínari samkomu til býin Talca, ein annar sera hart raktur býur í Chile. Í Talca er so at siga alt brot-nað og oyðilagt. Vit vóru har í 4 da-gar fyri at hjálpa og fortelja teimum um vón okkara, Jesus Kristus. Sjúkrasystrarnar tóku sær av teimum skaddu, og vit fóru hús til hús, ella har vóru eingi hús eftir, so vit gingu runt á gøtunum og tosaðu við fólk. Vit høvdu eisini møtir, har fleiri fólk blivu frelst. Tað var ein sterk kensla at síggja ein heilan bý lagdan í oyði. Hetta vóru eini øðrvísi páskir, har eg fekk møguleikan at liva páskaboðskapin.

j5Túrur til Pucón Eg eri akkurát komin aftur eftir at hava verið 5 dagar í Pucón. Vit fóru har fyri at sleppa úr býnum eina løtu og síggja, hvussu vakurt Chile er. Í Pucón fóru vit mountain biking, river rafting og gingu í fjøllinum.

2 ár afturat í Chile. Eg komi heim til Føroya 3. juni. Tá er programmið liðugt, sum eg nú eri á. Og 16. august eftir summarferiu í Føroyum, fari eg aftur til Chile at vera her í 2 ár afturat. Tá eg komi aftur til Chile, fari eg ikki at vera partur av hesum programmi-num longur. Eg fari at arbeiða við OM Chile og virka sum linkið millum nýggja holdið og eitt barnaheim, og linkið millum holdið og tænastuna mil-lum tey heimleysu. Eisini fari eg sjálv at arbeiða meiri í hesum báðum støðum og menna tey. Í tænastuni millum tey heimleysu, komi eg at arbeiða tætt saman við fólkum úr YWAM. Vit ætla at fara út til tey heimleysu oftari, og vit ætla eisini at leiga eitt hús, har tey kunnu koma at vaska sær. Og so fara vit eisini í gongd við at læra tey at gera ymist handaligt, sum tey kunnu selja. Vit hava stórar ætlanir. Hin parturin er arbeiðið á barnaheimunum, sum eg eisini arbeiði á í ár. Barnaheimið hevur 60 børnum, tað eru bert kvinnur, sum arbeiða har, og bert tvær eru á vakt í senn. Eg komi serliga at arbeiða saman við dreingjunum, sum eru 8-11 ár., og eg vil arbeiða fyri at fáa ein bólk av chilenskum monnum at koma at vera saman við og spæla við dreingirnar nakrar tímar hvørja viku, so hesir dreingir fáa persónliga kontakt við menn. Eg vil eisini gjarna hava ein dreingjabólk, har eg kann læra teir úr Bíbliuni. Dreingirnir á barnaheiminum mugu fara av barnaheiminum, tá teir eru 11 ár, tá fara teir kanska aftur at búgva hjá onkrum í familjuni, sum teir upprunali-ga fóru frá, og eg ynski at geva teimum nakað gott, áðrenn teir mugu fara aftur. Eg komi eisini at fáa undirvísing í Bíbliuni og í leiðslu. Tá eg komi aftur, má eg finna eitt nýtt stað at búgva. Eg komi allarhelst at búgva saman við nøkrum øðrum, sum eisini arbeiða við OM, men vit mugu finna eitt stórt, bíligt, sentralt hús til leigu at búgva í. Eg eri sera spent at fara aftur til Chile, tí eg veit, at hetta er, har Gud vil hava meg at vera.

Biðið fyri…

… at vit mugu finna eitt gott, bíligt, stórt og sentralt stað at búgva, so tað rúmar okkum øllum.
… Hugo, at hann má síggja, at Gud veruliga hevur fyrigivið honum.
… landinum, sum liggur í sori. Tað eru 2 milliónir heimleys fólk, og veturin nærkast nú.
… mammu Emmu (gentan sum eg havi kamar saman við í ár), Helen, sum hevur fingið staðfest bróstkrabba og skal hava operatión um eina viku og síðan skal undir kemo, at Gud gevur teimum frið og gleði í hesi hørðu tíð.
… fíggjarliga tørvinum hjá mær næsta ár. Eg kundi ikki verið úti í missión uttan, at eg hevði fólk, sum stóðu af-tanfyri meg og stuðlaðu, og eg fari at hava størri tørv á hesum næstu tvey árini.
… 2½ mánaðir heima í summarferiu, at eg má geva mær tíð at vera saman við familju og vinum og má lada upp til 2 ár afturat. At eg fylgi, har Gud ynskir.

Takkið fyri…
… Hugo, Gud hevur broytt hann gjøg-num teir mánaðir, eg havi kent hann.
… arbeiði við teimum heimleysu, vit síggja framgongd, vit eru komin at kenna nógv fólk og hava høvir at biðja saman við teimum.
… at Gud opnaði nógvar dyr eftir jarðskjálvtan.
… at Gud hevur víst mær Sína ætlan við mínum lívi, Hann arbeiðir í mínum lívi.
… at eg havi upplivað nógv konkret bønarsvar.

Jóna Gunnarsson
OM Chile, p/o box 534-3, Santiago Centro, Chile
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
Heimasíðan hjá OM Danmark: www.omdanmark.org
mítt kontonr. í FB: 6460-4542691
 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri