Bræv frá Jónu Gunnarson úr Chile
Týsdag, 02. mars 2010 10:09
jona-gun01Um 4:30 tíðina vaknaði eg við, at tað buldraði øgiligt og alt húsið ristist. Eg skundaði mær at vakja gentuna, sum svevur í sama kamari sum eg, og saman fóru vit undir durðakarmin og fingu hildið okkum fast, so vit ikki fóru um koll. Vit sova á aðru hædd, og tað kenist sum um, eg var...



Sunnudagur 28. feb. 2010 kl. 23.30, Santiago, Chile

Vikuskiftið byrjaði eitt sindur løgið, tí meiningin var, at eg og nakrar chilenskar vinkonur í mínari samkomu skuldu fara nakrar tímar suðureftir frá Santiago hetta vikuskiftið, eftirsum at hetta var tað síðsta vikuskiftið í summarferiuni hjá teimum her í Chile. Men í síðstu løtu funnu vit útav, at tað bar hóast alt ikki til at læna summarhúsið, so vit fóru ongan veg. Uttan at vita hvat vikuskiftið fór at bjóða uppá, fór eg til songar fríggjakvøldið. Um 4:30 tíðina vaknaði eg við, at tað buldraði øgiligt og alt húsið ristist. Eg skundaði mær at vakja gentuna, sum svevur í sama kamari sum eg, og saman fóru vit undir durakarmin og fingu hildið okkum fast, so vit ikki fóru um koll. Vit sova á aðru hædd, og tað kendist sum um, eg var umborð á gomlu Norrønu í tann góða hálvan annan minuttin, sum tað vardi. Øgilig brak hoyrdust niðri undir, og tá ristingin endiliga var steðga, fóru vit oman og sóu, at í køkinum var alt dottið á gólv og ymisk gløs vóru brotnað. Men burtursæð frá hesum og nøkrum rivum á vegginum, hendi onki við okkara húsið, so vit sluppu lætt. Allur streymurin var farin og fartelefonirnar virkaðu heldur ikki, so tað bar ikki til at seta seg í samband við nakran. Vit 6 genturnar, sum búgva saman her í húsinum, settu okkum saman við einari lummalykt at biðja fyri teimum fólkunum, sum vit kenna her, og serliga børnunum í barnaheimunum, sum vit arbeiða í, og teimum heimleysu, sum vit vanliga vitja hvørt týskvøld. Aftaná ein góðan tíma valdu vit at fara aftur í song, og sjálvt um vit vóru vaktar nakrar ferðir av eftirskjálvtunum, kláraðu vit at fáa einar tveir tímar av svøvni, áðrenn vit vaknaðu av, at telefonin ringdi. Fólk heima vóru bangin um okkum. Tað var ‘óveruligt’ endiliga at fata, hvat veruliga var hent. Av tí, at eingin av okkum nakrantíð hevði upplivað ein veruligan jarðskjálvta fyrr, dugdu vit illa at meta um, hvussu alvorlig støðan var, og tá vit ongan streym høvdu, bar heldur ikki til at kanna tað. So skjótt sum internet sambandið kom aftur, fingu vit boð um, sum skjótast at fara inn á facebook o.a. fyri at lata fólk vita, at vit høvdu tað gott. Eg fekk via skype ringt til mammu og babba, sum vóru ógvuliga bangin um meg, og tey fingu so sent boðini víðari til tey nærmastu har heima.

Leygardagurin kendist sera løgin. Tað mesta av tíðini fór við at ringja til fólk og finna útav, hvussu tey vóru stødd og annars eisini at biðja fyri teimum raktu. Allir handlar vóru stongdir, men vit valdu at fara ein lítlan túr í grannalagnum, fyri at síggja hvussu støðan var. Eitt hús her í gøtuni hjá okkum var ordiliga skramblað saman, men annars var í flestu førum einans partar av húsunum/tekjunum, sum vóru brotnað. Eftirskjálvtar vóru tað mesta av degnum, men tað var bara soleiðis, at tú merkti, at húsið ristist, onki alvorligt.

Í morgun um 8-tíðina varð eg aftur vakt við, at ein rættuliga ógvusligur eftirskjálvti var, men hann vardi bara nøkur sek., og so var aftur stilt. Um 16 tíðina var tað liðugt við eftirskjálvtunum í dag. 
Nú eru vit øll rættiliga móð eftir eitt vikuskiftið við lítið av svøvni, men vit eru øll sera takksom fyri, hvussu Gud hevur hildið Sína hond yvir okkum øllum í OM Chile. Summarhúsið, sum eg og vinkonurnar ætlaðu okkum at fara til hetta vikuskiftið, liggur ikki so langt frá Concepción, sum er tann býurin í Chile, sum er harðast raktur, so eg eri sera glað fyri nú, at tað ikki lat seg gera, og eg eri vís í, at Gud hevði ein fingur í spælinum. Í morgin fara vit til tey bæði barnaheimini, sum vit vanliga arbeiða í, fyri at vera saman við børnunum, og týsdagin fara vit aftur út á gøtuna til tey heimleysu. Hetta gleði eg meg nógv til, tí enn veit eg ikki, hvussu stendur til hjá teimum. So tað hevði hjálpt nógv, um tit kundu minst til tey í tykkara bønum, og eisini at Gud opnar hurðar, so at vit sum best ber til, fáa deilt ta størstu vónina, sum til er, við teimum, sum á ein ella annan hátt eru rakt.

Meiningin er, at vit fara suðureftir her í Chile um eina viku, fyri at arbeiða við indiánarunum ('Mapuches') og samkomunum har í uml. 3 vikur. Men sum nú er, vita vit ikki, hvussu verður, tí vegir og brýr eru kolapsað, so eingir bussar koyra handa vegin. Býirnir, sum vit ætla okkum til, eru eisini raktir av jarðskjálvtanum, so biðið fyri, at Gud ger tað møguligt hjá okkum at fara handa vegin, og at Hann vísir okkum, hvussu vit best fáa hjálpt til.

Meira enn 700 fólk eru funnin deyð og uml. 2. mió. fólk eru vorðin heimleys her í Chile, orsakað av jarðskjálvtanum - so biðið fyri Chile! Eg eri vís í at støðan kundi verið nógv verri, og at Gud fer at virka undur her í Chile - ein jarðskjálvti ristir ikki bara jørðina, men eisini sinnið, so biðið fyri at hetta fær fólk at leita sær til Gud. Túsund takk fyri tankarnar og bønirnar.

“Tí víst kunnu fjøllini fara úr stað, og heyggjarnir vikast; men miskunn Mín skal ikki víkja frá tær, og friðarsáttmáli Mín skal ikki vikast - sigur HARRIN, Hann, sum miskunnar tær.” Esaias 54:10


Jóna


Les eisini: Jóna Gunnarson í jarðsjálvta rakta Chile
 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri