| Jóna Gunnarson í jarðskjálvta rakta Chile (27. feb. 2010) |
| Týsdag, 02. mars 2010 10:07 |
Ein føroysk og ein donsk genta eru millum luttakararnar á venjingini hjá OM Chile. Tá vit hoyrdu um jarðvskjálvtan, royndu vit beinanvegin at fáa samband við Chile, men tað gekk sera strilti, m.a. tí at elnetið ikki virkaði o.s.fr. Seinnapartin í dag eydnaðist tó umsíður at fáa samband við OM í Chile, har alt tíbetur veit væl við. Leiðarin fyri OM Danmark tosaði við danska luttakaran umvegis Skype og læt hon heilsa at tey høvdu tað gott, sjálvt um tað hevði verið eitt ógvusligt upplivilsi. Jóna hevur eisini havt samband heim í dag og biður okkum minnast tey sum eru rakt av vanlukkuni. OM basin sær í fyrstu atløgu ikki út til at hava fingið skaða av jaðskjálvtanum. Vit takka Harranum fyri varveitslu teirra, samstundis sum vit hugsa um tey sum er rakt av hesi vannlukku. Les eisini: Bræv frá Jónu Gunnarson úr Chili |
![]() |
Tíðindi Tíðindi o.a. frá OM Føroyar |
| Logos Hope Les um skipið. Tilmeldingar o.a. |
|
| TeenStreet Les um TeenStreet |
Ein føroysk og ein donsk genta eru millum luttakararnar á venjingini hjá OM Chile. 
