Tíðindabræv úr Chile
Mánadag, 08. februar 2010 18:12
jona-gunJóna Gunnarsson úr Tórshavn er við OM í Chile. Hon greiðir soleiðis frá hennara missiónsferð í Chile:
Her kemur mítt fyrsta tíðindabræv. Tit mugu øll orsaka, at eg ikki havi skrivað fyrr, men so nógv er hent, og hvønn dag hendir so nógv, at tað kennist næstan ómøguligt at seta seg niður at skriva eina ella tvær síður, sum kunnu siga frá øllum. Men eg fari nú at royna at siga frá nøkrum av tí, sum hendir her.

Men fyrst vil byrja við at ynskja tykkum øllum eitt av Harranum signað nýttár; vónandi høvdu tit øll eini gleðilig jól, har tit fingu hugna tykkum við familju og vinum, og ikki minst fingu gleðst um tað, sum hendi tveytúsund ár aftur í tíðina. Ikki einans tað stóra undrið, at tann alveldigi Gud bleiv menniskja, men at Hann kom fyri at fullføra verkið – at seta okkum í frælsi.

Eg hevði eini sera vøkur jól her í Chile við mínum holdfelagum. Um dagin høvdu vit undirvísing sum vanligt, og síðan byrjaði kvøldið við at fara á møtið. Eftir tað fóru vit heim at fyrireika okkara barbeque. Hitin liggur um tær 37-40゚C hvønn dag, so tað kendist eitt sindur løgið at feiðra jól í hesum hitanum, men so hevur mann eisini roynt tað, og tað kann avgjørt viðmælast ;). Um miðnátt høvdu vit eina andakt saman, og síðan tóku vit uppvarpuna út í havan, har vit høvdu lagt nógvar madrassir, og sóu ein film saman undir tí klára stjørnukvolvinum. Tað var positivt at uppliva eini jól, har gávurnar ikki vóru miðpunktið, og harvið upplivdi eg heldur ikki stressið, sum viðhvørt uppstendir tá tær síðstu jólagávurnar skulu keypast; men tað kann eisini bara vera eg, eftirsum at eg altíð geri alt í síðstu løtu. Men tá hetta er sagt er jólatíðin eisini ein tíð tá tankanir leita sær heim til familjuna og jólasiðirnar sum kennast so tryggir og heimligir, og tí var tað sera gott, at eg kundi via skype tosa við alla familjuna jólaaftan, og á tann hátt kendist tað eina løtu, sum var eg heima á hvítu klettunum og feiðraði jól.

Hetta var líka fyri at siga eitt sindur um míni jól her í Chile, men nú til dagligdagin her í pálmaríka hitanum. Hvønn dag byrja vit dagin klokkan 9 við eini andakt, sum vit í holdinum skiftast um at hava. Aftaná hava vit undirvísing til klokkan 13. Vit fáa undirvísing í Bíbliuni, mentan, øðrum religiónum, leiðaraskapi, relatiónum, evangelisering og sponskum. Undirvísingin er sera áhugaverd og lærurík, og tað sum mær dámar væl við hesum skeiðinum er, at vit fáa sett tað sum vit læra um morgin í praksis seinni um dagin, tí eftir at vit hava etið døgurða, sum vit skiftast um at gera, fara vit í holt við tær ymisku tænastunar sum vit hava.

Mánadag fara vit til barnaheimini. Vit eru býtt í tveir bólkar, og fara til hvør sítt barnaheim. Í mínum barnaheimi 'Hogar el Arca' búgva uml. 60 virðismikil og elskulig børn í aldursbólkinum 3-18 ár. Mánadagar hava vit programmir við teimum, har vit gjøgnumganga ymiskar Bíbliusøgur og evni við teimum. Av tí at hetta eru øll børn, sum á ein ella annan hátt eru missbrúkt og forlátin, er tað sera torført og avbjóðandi at fanga teirra uppmerksomheit. Í øllum sum vit gera, eru vit sera visuel við drama, dukkuleikum, songum við rørslum o.s.fr. Aftaná spæla vit spøl og gera ymiskt hond- arbeiði við teimum. Nógv tíð og orka fer til at fyrireika hesi programmini, men tað er einki afturímóti gleðini av at síggja teirra fittu smíl og øll klemmini sum sum mann fær. Tíðirnar í barnaheiminum er nokk mínar yndis-tíðir, og hvønn dag lærir Gud meg at elska tey meira og meira, og tá eg ikki eri saman við teimum, eru tey altíð í tonkunum og bønunum. Har eru serliga tvey børn, Silvana 9 ár og Pablo 11 ár, sum liggja serliga nær at mínum hjarta. Bæði hava uppliva ótrúðliga nógv ringt í sínum stutta lívið, og tað er hjartabrótandi at síggja, hvussu tey aldrin hava fingið loyvið at vera børn, og tískil eru so búgvin, men samstundis eisini óbúgvin av undirstimuleringini. At brúka tíð saman við teimum, hoyra tey siga frá sínum lívssøgum, og annars bara sleppa at klemma tey og vísa teimum kærleika, er einki annað enn fantastiskt! Tey eru ein sonn gáva frá Gudi, og eg eri sera takksom fyri at sleppa at vera við í hesum verki.

Týsdag fara vit til eitt stað, sum eitur La Vega, har nógv gøtufólk búgva. Áðrenn vit fara frá húsum, fyrireika vit suppu, te og breyð til tey, og síðan hava vit eina bønarløtu fyri fólkunum har og øllum tí, sum fer fram har. Um dagin virkar La Vega sum ein uttandurða marknaður, har fleiri av teimum heimleysu selja frugt og grønmeti, men um kvøldið er tað bara eitt stórt pláss, har nógv heimleys hava reitt sær eitt bóli. Har eru bæði familjur og einstaklingar, ung sum eldri, og tey liva øll eitt hart lív. Ein kann veruliga merkja tann andaliga bardagan, sum fer fram har. Nógv eru bundin at alkoholi og rúsevnum, og tey flestu kenna ikki til nakrað vón um framtíðina. Vit hava sum sagt mat og drekka við til teirra, men tann týdningarmikli parturin av kvøldinum har, eru samtalurnar, sum vit hava við fólkini, og løturnar har vit sleppa at biðja fyri teimum. Vit hava eisini skriftstøð úr Bíbliuni við til teirra, og tað er óveruligt at síggja,hvussu nógv tey hungra eftir at hoyra um eina vón, men tó tora ikki at trúgva, at hon eisini er galdandi fyri tey. Vit hava bygt góð vinarbond við nógvum av fólkunum í La Vega, og vit hava eisini longu sæð nógv bønarsvar. Longu fyrstu ferð vit fóru har, møtti eg einum manni frá Argentina, sum býr í La Vega. Hann eitur Mauricio og er uml. 32 ára gamal. Í síni fortíð hevur hann havt nógv at gera við illar andar, og nú stríðist hann við avleiðingarnar av hesum, og hevur aftrat tí búð á gøtuni tey seinastu nógvu árini. Hvønn týsdag hava vit tosað við hann og biðið fyri honum, og fyri einum mánað síðan gjørdu eg og ein onnur á holdinum av at keypa honum eina Bíbliu, og tað er fantastisk at síggja tær lítlu broytingarnar, sum fara fram í hansara lívið. Men ja, har eru nógv fólk at røkka, og sjálvt um tað kann virka vónleyst til tíðir, veit eg, at vit eiga tað stórstu vónina, sum til er, og at sleppa a deila hana við onnur er ótrúðligt.

Mikudag er mín túrur at gera døgurða við Tom frá Onglandi, og eftir tað hava vit undirvísing í sponskum. Tað tekur ein tíma at koma til húsið hjá lærarinnuni og ein tíma heimaftur, so nógv tíð fer altíð við ferðing her í stórbýar høvuðstaðnum Santiago. Tað spanska gongur sera skjótt frammá, og sjálvt um tað ikki er líka læt sum enskt, so ber væl til at hava langar djúpar samrøður, og eg skilji so at siga alt eftir hondini. Tað hevur verið ein stór signing, at lært málið so skjótt, og eg veit, at Gud avgjørt hevur hjálpt
mær við hesum.

Hósdag fara vit aftur til barnaheimið, og tá er tað mest fyri at spæla við børnini og hava kvalitetstíð
saman við teimum. Dømir uppá hvat við gera við teimum er: mála, forma leir, binda, hekla, sparka fótbólt ella onnur bóltspøl, spæla ymisk undirvísingarspøl o.a. Ein sera góð og virðismikil tíð, har vit fáa møguleika at lurta eftir teimum og koma at kenna tey betri. Dreingirnir á holdinum eru tá við skateboard-tænastuni, har teir deila evangeliið við teimum ungu í skateboard-parkunum við at byggja vinarbond við skate'aranir.

Fríggjadag arbeiða gentirnar og ein av dreingjunum við kunst-tænastuni, har vit gera okkara egnu drama og øva tey. Tað, sum vit serliga hava valt at sett fokus á, er, at eggja chilensku kirkjurnar og fólkini at fara út í trúboðan. Tað er eitt slags tabu her, og tað er ikki vanligt fyri chilenar at hugsa útum sína egnu kirkju, so tað vilja vit fegin síggja Gud broyta. Tað dramaði, sum vit arbeiða uppá í løtuni, síggi eg nógv potentiali í, men tað er eisini eitt torført drama, tí vit vilja hava, at boðskapurin kemur rætt út. Restina av dreingjunum eru tá við skateboard-ministry.

Leygardagarnir eru eitt sindur ymiskir. Annaðhvørt eru vit í barnaheimunum, við skateboard- tænastuni ella hava vit okkurt outreach. Um kvøldið er ungdómsmøtið í mínari samkomu, so har plagi eg at fara, um vit hava frí um kvøldið. Sunnudagurin er frídagurin. Um morgunin fara vit á møtið, og vit hava øll valt okkum okkara egnu samkomu at fara til, so harvið hava vit eisini ymiskar chilenskar vinarbólkar í holdinum. Aftaná tað er vanligt at gera okkurt við teimum chilensku vinunum ella er heimaarbeiðið á skránnið.

Hetta er mín týpiska vika, men sjálvandi eru allar vikurnar ikki eins. Eg kann eisini nevna at vit eru 10 fólk á holdinum, 6 gentir og 4 dreingir, frá 9 ymiskum londum: Ongland, Holland, Belgia, Týskland, Sveis, Finland, New Zealand, USA og Føroyar. Eitt sera gott hold, har vit sleppa at brýna hvønn annan og eggja hvønn annan - og vit duga heilt sikkurt at hava tað festligt sa- man :D Vit hava 2-3 bøkur um mánaðin, sum vit skulu lesa og skriva um, og harafturat skulu vit skriva aðrar viðkomandi raportir, so her er nokk at gera ☞ Intensive Training (navnið á skeiðinum).

Nógv er hent, síðan eg fór frá Føroyum, og alt hevur ikki verið lætt, men eg havi lært ótrúðliga nógv, bæði um meg sjálva, og hvør Gud veruliga er. Sjálvandi er nógv eftir at læra og uppliva, men tað hevur verið fantastiskt at upplivað, hvussu nær Gud hevur verið í øllum. At vera her, og verða brúkt av Gudi er ein æra, og eg vil fegin nýta høvið at takka fyri tykkara bønir, tí tað eru tær, sum halda mær og verkinum uppi. Eg eri spent uppá tí
framtíðina sum Gud hevur til mín.

Bønarevni:
-Fyri heilsu, trygd og forsyrging
-At Gud framvegis skal arbeiða í mínum lívi og fyrireika meg til ta framtíðina, sum Hann hevur fyri meg, og at alt sum vit gera, er til Hansara æru
-Fyri tænastunum: barnaheimini, tey heimleysu, skøtjurnar og skate’ararnir
-Fyri persónum, sum Gud serliga hevur lagt mær á hjarta hesa tíðina: Silvana, Pa- blo og Damian frá Hogar el Arca og Mauricio, Hugo, Ramón & Luis frá ‘La Vega’
-Fyri eini trúboðanar konferansu ‘CIMA’, sum verður í Argentina 15.-24. jan., har vit fara at luttaka saman við meira enn 2000 øðrum fólkum úr Suður Amerika (www.cima.com) -Fyri einleika í holdinum, at vit kunnu styrkja og eggja hvønn annan, verða eitt likam

Harrin sygni tykkum ríkliga.
Jóna t. 01.05.2010

Mín post add. í Chile: Jóna Gunnarsson, OM Chile, p/o box 534-3, Santiago Centro, Chile
Mín e-mail add: This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
Heimasíðan hjá OM Danmark: www.omdanmark.org
mítt kontonr. í FB: 6460-4542691
 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri