Heilsan frá Jósef Jacobsen
Týsdag, 02. februar 2010 11:35
Fyrst av øllum vil eg takka fyri forbønir tykkara fyri mær og okkum her umborð á Logos Hope.
Síðan desember mánað hevur Logos Hope verið í Curacao og í Aruba. Nú vit nærkast endanum av januar mánað, eru okkara næstu havnir í Jamaica. Tann fyrra er Montigo Bay har norðuri á Jamaica, og síðani er tað Kingston har suðuri á Jamaica.
Tilsamans verða vit 9 vikur í Jamaica. 23 mars verður seinasti dagur, har skipið verður opið fyri almenninginum í Jamaica, og tá verður farið víðari til Bahamas og eftir tað er tað Bermuda.

Í tíðini, meðan vit hava verið í Curacao og Aruba, hava ikki nógv vitjandi verið, men hóast tað má sigast, at tað er blivið meiri tíð til persónlig prát við tey vitjandi umborð. Og tað eru nøkur, sum hava játtað trúgv.

josef01Sjálvur var eg saman við øðrum og vitjaði eitt fongsul í Curacao. Hetta fongslið kallast Don Futuro, umsett til føroyskt: “góð framtíð” – Tað, sum arbeitt varð við í fongslinum, var at bera boðskapin um vón við deyða Kristusar fyri allar syndarar. Nógvir av fangunum í fongslinum hava játtað trúgv eftir at hava hoyrt boðskapin. Meðan eg var har saman við øðrum frá Logos Hope, høvdu vit eina hugnaliga løtu saman við fangunum, og sigast má, at hesir fangar hava fingið lagt í hjartað ein nýggjan sang og nýggja vón um ævigt lív í Himli. Og hóast hesir fangar eru í fongsli, kundu tey syngja av hjarta um Harra og Frelsara okkara. Takki Gudi fyri tað góða arbeiði, sum verður gjørt fyri fangarnar í hesum fongsli, og biði fyri teimum, sum arbeiða har.

Í Aruba var eg saman við einum av okkara teldumonnum og vitjaði eina radiostøð, har vit fingu høvi at tosa beinleiðis í einum av morgunsendingum teirra. Verturin er trúgvandi, og hann bað okkum minnast hesa radiostøð og leiðaran á støðini. Vón hansara er, at tað, ið sent verður út til lurtararnar, skal bera ávøkst, at leiðarin skal játta trúgv, og at fleiri av teim lurtarum, sum ikki eru trúgvandi, skulu játta trúgv.

josef02


Myndin til vinstru:
Til vinstru á myndini er studioverturin, Ifraim,
eg og Martin (teldumaður umborð á Logos Hope).




josef03



Myndin til høgru:
Búmerkið hjá útvarpsstøðini, vit vitjaðu.







Umskifti av føroyingum umborð:
Um mánaðarskiftið januar/februar koma nýggj fólk umborð. Nevnast kann, at millum hesi nýggju fólkini, sum koma umborð, eru Anna & Símun Pætur á Torkilsheyggi.
Nýggjársaftan fór Petersen-familjan heim eftir at hava tænt umborð her á Logos Hope í yvir 1 ár, og fyri stuttum kom Haldis Karlsdóttir umborð at vera við í nakrar mánaðir.

josef04




Myndin til vinstru, tikin í Port of Spain.





josef05




Myndin niðanfyri, tikin í Willemstad, Curacao







Bønarevni:
Biðið fyri, at tað fer at bera til framhaldandi at fáa nógv persónlig prát umborð, at tað koma nógv á vitjan, og at fólk vilja vera opin fyri boðskapinum. Biðið eisini fyri teimum, sum vitja samkomur og onnur støð í Jamaica, at teimum skal gangast væl, og at boðskapurin, tey bera fram, fer at bera frukt.
josef06
Eg skal við hesum takka tykkum øllum fyri tykkara bøn og stuðul fyri mær og okkum her umborð á Logos Hope.


Heilsan
Jósef Jacobsen
Logos Hope
 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri