Kunning viðv. OM arbeiðinum á Haiti
Týsdag, 02. februar 2010 11:18
haiti01Tað eru nú 17 dagar síðani jarðskjálvtin rakti Haiti. Vit hava havt høvi at senda fólk inn í landið, har tey hjálpa við at fáa mat til fleiri barnaheim og búsetingar har á leið. Tey hjálpa eisini særdum við medisinskari hjálp.

Okkara tænasta tekur nú skap. Tað er eitt netverk av barnaheimum í syðru helvt av Port-au-Prince, sum vit ynskja at miða okkara hjálpararbeiði ímóti. Vit hava higartil veitt hjálp til trý av hesum barnaheimunum og hava havt samband við onnur tvey, ið eru púrasta øyðiløgd. Vit hava vøru, sum eftir ætlan verður fingin til landið týsdagin 2. febuar, saman við nøkrum fleiri hjálparfólkum. Vit eru í ferð við at skipa okkum viðvíkjandi móttøku, goymslu og avhendan av neyðsinjarvørum.

Okkara fyrsta mál verður at fáa til vega skýlir/skjól, so børnunum ikki longur tørva at sova á berum vølli, nú regntíðin á Haiti nærkast. Vit leita eftir byggifrøðingum/verkfrøðingum at kanna eftirstandandi bygningarnar og gera av hvørjar ábøtur mugu gerast, fyri at kunna nýta teir í framtíðini.

Vit seta stóran prís uppá tykkara framhaldandi bønarstuðul, nú vit umhugsa, og seta í verk, ætlanir fyri at hjálpa.
haiti02
 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri