Transform 2010
Mikudag, 27. januar 2010 15:24
transform2010-logoTað er eitt hav av møguleikum innan stutttíðarmissión hjá OM. Vit vilja her í stuttum greiða frá nøkrum tilboðum sum OM bjóðar fram í 2010. Um okkurt av hesum hevur tín áhuga, so vilja vit fegin leiðbeina víðari. Kundi tú hugsa tær at fara í onkra stutttíðarmissión, men fanst ikki akkurát tað tú leitaði eftir, so ring til okkum og vit vilja fegin fortelja tær um onnur tilboð sum eru í 2010.
Heinta faldara um Global Challenge 2010 her.


Transform 2010:
er eitt sera spennandi summartiltak sum OM bjóðar fram í 2010, við Miðalhavið. 450 milliónir menniskjur búgva í teimum 21 nýtímans londunum rundan um Miðalhavið. Tær kristnu røturnar eru sterkar har, men tó er tað fá  sum kenna Jesus. Tað er ikki á hvørjum árið at eitt slíkt summartiltak er, so um tú heldur hetta ljóðar spennandi, skalt tú helst leypa avstað í ár. Aldurs-markið er 18+, men  tey flestu sum koma á eina slíka stevnu, eru í aldrinum 18-30 ár. Roknað verður við, at eitt stað ímillum 500 og 800 fólk koma til Transform 2010.

Tiltakið byrjar við eini venjingarstervnu í Rom í Italia. Í 5 dagar verður undirvísing, tilbiðjan og venjing, soleiðis at tey kunnu blíva klár at tæna menniskjunum í hesum londum rundan um Miðalhavið.  Stevnan í Rom er í døgunum 19. – 23. Juli.

Aftaná hesar 5 dagarnar, verður so farið til tað landið, sum ein hevur valt til outreach land.  Og har eru nógvir møguleikar, ein møguleiki,  er at verða í Italia, tað er nokk tann bíligasta loysnin, men so eru tað lond sum Grikkaland, Frankaríki, Kosovo, Bosnia Herzogovina, Albania, Malta, Tunesia, Portugal, Ísrael, Turkaland osv.

Tað er eitt sindur ymiskt hvussu long outreachini eru, men tað liggur ímillum 1 viku og 6 vikur.

Vit vilja heilt klárt eggja ungum, sum hava verið á TeenStreet, og nú vilja nakað meira, at fara á Transform 2010. Eisini fyri tykkum sum eru leys, og eru farin nøkur ár uppum TeenStreet aldur – er hetta eitt sera spennandi tiltak.

Teir 5 dagarnar í Rom verður búð á Hotel Selene, sum liggur í útkantinum av Rom. Kostnaðurin er umleið kr.  XXXX (Prísurin er ávegis) fyri upphaldið í Rom. Harafturat kemur ferðakostnaðurin til Italia. Kostnaðurin fyri upphaldið á Outreach er frá umleið kr. 1875 (prísurin broytist, alt eftir hvussu leingi ein er á Outreach), og harafturat kemur eisini ferðakosnaðurin til landið ein velur til Outreach.

Les meira á www.transform.om.org

Les meira á Global Challenge við at trýsta her.
 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri