Skeið í ráðgeving
Mikudag, 13. januar 2010 20:02
radgeving Mennandi skeið í grundleggjandi ráðgeving verður frá mánadegnum 15. februar til  
fríggjadagin 20. februar á Zarepta.   

Undirvísarar verða Helen og Ian Orton. Helen er útbúgvin psykoterapeutur og undirvísir dagliga á hægri lærustovni í Bretlandi. Ian hevur útbúgving innan sjálvmennandi ráðgeving. Hann arbeiðir fulla tíð við OM, og ferðast um allan heimin sum undirvísari og ráðgevi. 

Pláss verður fyri uml. 20 luttakarum.  Skeiðið verður á enskum, og kostnaðurin er kr. 2.000,- Allar máltíðir og gisting eru við í prísinum. Skeiðið er alment góðkent í Bretlandi og luttakararnir fáa handað prógv eftir at skeiðið er lokið. Tað eru nøkur grundleggjandi krøv til skeiðluttakarnar, og ynskja vit tí at umsøkjarnir í stuttum greiða frá:
Hvørja vitan, førleikar og royndir tey hava um ráðgeving ?
Hví tey ynskja at koma á skeiðið ?
og hvussu tey reint praktiskt ætlað at brúka hetta í framtíðini ?

Umsóknarfreistin er 1. Februar Tey sum ynskja at vera við, kunnu senda ein teldupost til:
Ruth Gaardlykke This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
ella Unn Zachariassen This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it
 
news Tíðindi
Tíðindi o.a. frá
OM Føroyar
ship-icon Logos Hope
Les um skipið.
Tilmeldingar o.a.
ts-icon TeenStreet
Les um TeenStreet

Vevkamera

umborð á Logos Hope

Sí fleiri